Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kringvarpið skal ikki smæðast, men vera vælkomið at seta ljóskastaran á sperdu støðuna í útróðrinum. | Mynd: Egin mynd.

Nær kemur Kringvarpið norður á Stengurnar?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2021 - 16:10 Leiðarin Politikkur

Norðlýsið hevur fingið nógvar reaktiónir uppá greinina um, at útróðrar- og línuflotin eru fyri hóttafalli av Coronakreppuni. Serliga frá fiskimonnum í hesum báðum greinum í fiskivinnuni. Fyrst og fremst eru tað útróðrarmenninir, ið kenna seg gloymdar av politisku skipanini. Fyri línubátarnar er tað hóast alt ein troyst, at teir hava fingið ein lut í makrelkvotunum; tað hava útróðrarbátarnir ikki fingið.

Norðlýsið er ikki ein stórur miðil, men gera sjálvsagt okkara besta við at dekka tey lokalu tíðindini, fyrst og fremst í Norðoyggjum. Vit síggja ikki Kringvarpið sum okkara kappingarneyta, men sum public service-miðilin, sum hevur skyldu til at lýsa og viðgera átrokandi samfelagsmál í øllum føroyska samfelagnum. Tí hevði tað verið beinleiðis ynskiligt, at KvF kom norður at gera samrøður ella innsløg um trongstøðuna hjá hesum partinum av fiskiflotanum.

Eftirhondini er tað vorðin fastur táttur í Sortudíki, at tá eitt gistingarhús, ein matstova ella ein barr verða rakt av Corona-átøkum, at so futta tey sær ein túr oman í Vágsbotn at gera samrøðu við innihavaran av Sirkus um, hvussu illa rakt hennara fyritøka er. Vit hava talríkar matstovur og barrir í útjaðaranum, ið eru í uppaftur verri støðu – bara fyri at nevna tvey dømi, so er eitt skeinkistað í Klaksvík latið heilt aftur, og eitt annað hevur verið stongt síðani 20. desember – men haðani síggjast ongi sjónvarpsinnsløg.

Vit skulu ikki undirmeta týdningin av tænastuvinnuni fyri trivnaðin, men feilurin er, at týdningurin av framleiðsluvinnuni verður grefliga undirmettur av Kringvarpinum. Her kemst ikki uttan um tann illgrunan, at ein av orsøkunum er, at í miðstaðarøkinum, har Kringvarpið sjálvt liggur, er tænastuvinnan ella tertiéri sektorurin munandi tættari upp á gerandisdagin í Havn, enn hvat framleiðsluvinnan ella primérsektorurin er.

Júst eins og cafélívið, tað at ganga á matstovur og chic’ar barrir er ein partur av okkara mentan, so er útróðurin sanniliga eisini ein partur av okkara mentan. Ein elligamal partur, nógv eldri enn vinnuligi fiskiskapurin, sum í hesum árum fyllir hálva aðru øld. Og alt gott um, at Kringvarpið roynir at vera “hipt” og við uppá nótarnar við at seta fútanum stevnu á eini barr í Havn, ella við at vitja tey meira progressivu og modernaðu skeinkistøðini í sama býi. Tað siðbundna eigur bara ikki at vera gloymt fyri tað.

Gongur tú ein kaitúr ímillum trý og fimm norður á Stengurnar, so sært tú nógv lív í og nógv virksemi. Tað er ikki trupulleikin. Fiskiskapurin hevur verið heilt góður seinastu tíðina. Trupulleikin er, at munandi minni fæst fyri fiskin, og tí mugu nógv størri nøgdir fiskast fyri at forvinna tað sama. Og nógv meira fisking krevur nógv meira tíð, og sum øllum kunnugt er tíð pengar.

Ynskiligt hevði verið, at Kringvarp Føroya gjørdi sín part og kom norður at lýsa støðuna hjá útróðrarflotanum og línuflotanum, sum hon veruliga er. Fingu politikararnir hetta visualiserað, so er ongin ivi um, at fleiri teirra høvdu sæð álvaran í støðuni og tikið spurningin um at rætt okkara lægst løntu fiskimonnum eina tíðaravmarkaða hond fyri at koma ígjøgnum hesa kreppuna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag