USA ávarar ímóti muteraðum Coronavirus
Meðan restin av heimum verður vaccinerað, eru heimsins lond samstundis byrjað at taka stig ímóti strammari restriktiónum vegna ein meira aggresivan variant úr Bretlandi. Men nú byrja reyðar lampur eisini at blinka í USA.
CDC, ið er Center for Disease Control, myndugleikin í USA, sum stendur fyri niðurberjing av smittu, hevur sent eitt skriv út til allar statirnar í USA, har tað verður ávarað ímóti eini nýggjari, amerikanskari mutation, sum smittar sera illa. CNN og CNBC hava fingið fatur á skrivinum. Tað er sent út 3. januar, men er nústani vorðið alment.
Mangt bendir á, at har eisini er ein amerikanskur Coronavariantur, sum er muteraður í USA, og bæði hann og tann bretski eru nú farnir at ganga í USA. Sambært CDC er tað hesin nýggjari varianturin, sum er orsøk til skjóttvaksandi smittutalið seinastu mánaðirnar. Í heyst og vetur hevur smittutalið verið næstan dupult so stórt sum seinasta vár og summar.
Skjóti vøksturin í talinum av smittaðum væntar man er orsakaður av, at nýggi Coronavarianturin hevur breitt seg, og hann sigst smitta 50% meira enn “vanligt” Coronavirus. Bretski varianturin smittar millum 50% og 74% meira enn tann upprunaligi variantur. Í kjalarvørrinum av hesum sigur CDC, at statirnir eiga at arbeiða fyri, at so mangir amerikanarar sum yvirhøvur gjørligt verða vaccineraðir.
Nýggi varianturin kann hava við sær, at fleiri doyggja. Hetta er galdandi fyri allar mutatiónir av Coronavirusinum, tá ein mutatión er meira aggressiv enn upprunavirusið. Bretski støddfrøðingurin og epidemiologurin Adam Kurcharski hevur roknað út, at hesar báðar mutatiónirnar av vira kunnu skapa eksponentiellan vøkstur, og tað merkir, at tamarhald ikki longur verður á smittuni. Einfalt merkir tað, at tá talið av smittaðum veksur, veksur eisini talið av innløgdum og harnæst av deyðum.
Danski granskarin Lone Simonsen tekur undir við Kurcharski. Hon er granskari við Roskilde Universitetscenter og hevur hugt at útrokningunum. Hon er samd í, at støðan kann vera sera álvarsom. Nýggi varianturin krevur ikki fleiri deyð í sær sjálvum, skilt á tann hátt, at vanligi varianturin og tann muteraði eru líka deyðiligir – tann muteraði smittar “bara” skjótari.
Gerast skal vart við, at eftir at søgan er komin í miðlarnar, hava fleiri embætismenn, ið vilja vera ónevndir, vent sær til New York Times og sagt, at skrivið frá CDC er ógreitt og í ein mun byggir á spekulatiónir. Tað er dr. Deborah Birx frá sonevndu “Corona task force” í Hvítu Húsunum, ið hevur givið upplýsingarnar, ið liggja til grund fyri skrivinum. Sambært hesum keldunum hava summi í CDC roynt at fáa strikað upplýsingarnar úr skrivinum til statirnar, áðrenn tað bleiv sent út.