KÍ hevur nú 18 sáttmálar
Norskur álopsleikari gjørdi sáttmála í síðstu viku. Enn er síðsti styrkurin ikki komin.
KÍ byrjaði sínar regluligar venjingar á vøllinum í hesi vikuni og nú verður vant ella spælt dyst nærum hvønn dag fram til kappingarbyrjan 7. mars. KÍ-hópurin nærkast at vera endaligur.
Ísak og Óli Gevast – Patrik spælir ikki í Føroyum
Fyri nøkrum vikum síðani vóru nøkur fá ivamál um leikarar, sum spældu við í fjør. Nú tykist alt vera nærum endaliga greitt.
27 ára gamli Ísak Simonsen steðgar við at spæla á hægsta stigi eftir at hava verið partur av besta liðnum hjá KÍ í 11 ár. Sostatt er eingin leikari nú eftir frá liðnum, sum flutti upp í 2010.
19 ára gamli Óli Ey. Poulsen hevur valt at royna eydnuna í 1.deild í eini roynd at koma fyri seg eftir skaða, sum hevur vart í tvey ár. Óli spældi fyrsta dystin í landskappingini í 2019 við skaða, men annars skulu vit aftur til 2018 fyri at finna hansara síðstu dystir. Kemur Óli fyri seg frá skaðanum, so er ikki óhugsandi, at hann aftur verður á besta liðnum.
25 ára gamli Patrik Johannesen spælir neyvan við KÍ ella í føroyskum fótbólti í 2021. Hann hevur gjørt sáttmála við Egersund í triðbestu norsku deildini.
Frágongd
Frágongdin av leikarum sum høvdu sáttmála við KÍ uppá okkurt tíðspunkt í 2020 er sostatt hendan:
David Skrbec
Ólavur Niclassen
Steinbjørn Olsen
Lukasz Jarosinski
Ole Erik Midtskogen
Ísak Simonsen
Patrik Johannesen
Abubakar Ibrahim Aliyu
Alessio Hyseni
Gulak Jacobsen
Óli Ey. Poulsen
Meinhardt P. Joensen
Sebastian Avanzini
Av hesum kann so nevnast, at fleiri leikarar spældu lítlan ella ongan leiklut. Sebastian, Meinhardt, Óli, Gulak, Abubakar og David spældu einki ella undir 200 minuttir.
Tilgongd
Higartil hevur KÍ fingið tilgongd av fimm leikarum.
Árni Frederiksberg (kantur)
Mathias Rosenørn (málverji)
Bob Sumareh (álopsleikari)
Jasper Van Der Heyden (kantur)
Ivar Sollie Rønning (álopsleikari)
KÍ hevur ikki fingið sín síðsta styrk enn og okkurt bendur á, at ein styrkur, sum kemur afturat, verður ein sentralur miðvallarleikari. Á hesum plássi hevur KÍ ikki funnið nakran avloysara enn fyri Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic, sum spældu árini 2016-2019. Í 2020 vóru Alessio Hyseni og David Skrbec ''keyptir'' til hetta pláss, men uttan at teir vístu seg at gera mun. KÍ endaði tí við at brúka miðverjan Deni Pavlovic á sentrala miðvøllinum. Deni spældi fyri tað mesta væl, men skapandi spælið frameftir vøllinum manglaði, tá ein verjuleikari røkti annað av plássunum sentralt. KÍ skoraði fleiri mál í kappingarárinum enn nakrantíð fyrr, men í topp 4 dystunum skoraði KÍ 25 % færri mál (12 í mun til 16 í 2019).
Fyribils eingir nýggir lokalir leikarar
Norðlýsið fylgdi onkrari venjing hesa fyrstu vikuna. Flestu árini hava vit sæð, at ungir lokalir leikarar eru partur av hópinum fyrstu tíðina, ið ikki vóru við árið frammanundan. Men í hópinum sum hevur vant hesa fyrstu vikuna hava bara sáttmálaleikarar verið við. Skaðar, sóttarhald og korona raktu hópin fyrstu dagarnar, og tað ger, at til fyrstu venjingardystirnir koma vit kanska at síggja, at 1.deildarleikarar koma at ''hjálpa'' til. Tað kann eisini lata møguleikan upp fyri, at onkur leikari fer at sannføra og koma í besta hópin.
Vinstri bakkur og sentrali miðvøllurin
KÍ sær út á pappírinum at vera væl mannað á flestu plássum, har kapping eisini er um flest øll pláss. Men á tveimum plássum er spurnartekin og samstundis spenningur, hvussu tað fer at vera loyst, um ikki ein ella tveir møguligir nýggir leikarar loysa hetta.
Á vinstra bakki er stór útskifting farin fram. Taka vit FM-árið í 2019, so spældu Ísak Simonsen, Ólavur Niclassen og Óli Ey. Poulsen á vinstra bakki. Allir hesir eru burtur nú. Seinna part av 2019 spældi Jesper Brinck, sum er høgrabeintur miðverji, fyri tað mesta á hesum plássi. Tað sá út til at rigga væl til Evropadystir og í onkrum av toppdystunum, men tóktist ikki tað optimala, tá KÍ skuldi mynda dystirnar við álopsspæli, har bakkarnir vanliga hava verið týdningarmiklir. Jesper Brinck hevur drigist við ein skaða fyrstu vikuna, so helst koma vit at síggja fleiri aðrar leikarar fáa møguleikan at vísa seg á hesum plássi. Ein møguleiki er Dávid Langgaard, sum er væl fyri við styrki í báðum beinum og sum hevur roynir á báðum bakkunum.
Á sentrala miðvøllinum verður spurningurin, hvør fer at at spæla viðsíðuna av Jákup B. Andreasen, um leikskipanin 4-4-2 verður brúkt, sum hon sum oftast hevur verið síðstu tvey árini. Áðrenn 19. sáttmálin er komin, so tykjast mest uppløgdu møguleikarnir at vera Deni Pavlovic (verjukend útgáva) ella Jóannes Bjartalíð (álopskend útgáva).
18 sáttmálar
KÍ hevur 18 sáttmálar í løtuni:
Málverjar:
Kristian Joensen
Mathias Rosenørn
Verjuleikarar:
Jóannes K. Danielsen
Børge Petersen
Heini Vatnsdal
Odmar Færø
Jesper Brinck
Deni Pavlovic
Dávid Langgaard
Miðvallarleikarar:
Jákup B. Andreasen
Jasper Van Der Heyden
Boris Dosljak
Jonn Johannessen
Árni Frederiksberg
Jóannes Bjartalíð
Álopsleikarar:
Bob Sumareh
Ivar Sollie Rønning
Páll A. Klettskarð
Venjingardystur leygardagin á Svangaskarði
Leygardagin 16. januar verður eftir ætlan fyrsti venjingardystur í VFF Kup, sum koyrir komandi seks vikurnar. KÍ møtir uppflytarunum B68 á Svangaskarði kl. 12.00. Har fara vit at síggja fyrstu ábendingarnar um, hvørjar loysnir kanska vera til ivasomu plássini og hvørjir leikarar eru væl fyri í ár.