Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi og regni dag. Minkandi seinnapartin. | Mynd: panipaik.com

Minkandi vindur seinnapartin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.01.2021 - 11:11 Tíðindi Veðrið

Eitt sindur av vindi og regni hevur verið í morgun. Veðurstøðirnar hjá Vørn kring landið siga frá 15 m/s í miðalvindi av vestri og regn. Hitin liggur um tey 5 stigini.

Lágtrýstið, sum ger hendan vindin, liggur ímillum Ísland og Føroyar. Tað fer at flyta seg eitt sindur eystureftir í dag, meðan meðin spakuliga fer úr tí.

Ættin fer spakuliga at flyta seg niður ímóti útsynningi í dag og í kvøld. Á midnátt í kvøld er minni enn 5 m/s av útsynningi.

Brúgvalagið, sum liggur yvir Føroyum í morgun, rekur eystureftir. Tað fer at slíta í, fyrst vestan- og sunnanfyri og til endans í Norðoyggjum. Um 13 tiðina er turt kring alt landið.

Bert fáar tímar seinni fara vit at fáa ælaveður við regni ístaðin. Enn er hitalagið ov høgt til vátakava ella kava.

Í vikuni, sum kemur, fer høgættin at koma aftur, og hitalagið fer at minka eitt sindur. Í stuttum fer tað at vera nakað av vindi miðskeiðis og seinnapartin í vikuni av landnyrðingi, hitalagið fer eitt sindur niður, har sum avfallið er eitt bland av regni og vátakava.

Meiri um tað seinni.       

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…