Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt alla vikuna, sum kemur. Lítil vindur og lítið avfall av ættunum kring norðan. Loftið verður skiftandi ímillum løtur um dagin við sólglottum (um náttina stjørnuklárt) og løtur við tjúkkum bøklaskýggjum við kavaælingi. | Mynd: Undirritaði

Høgætt alla vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.01.2021 - 12:06 Tíðindi Veðrið

Køld luft frá leiðunum við Norðpólin fer at reka ímóti Føroyum alla vikuna. Ættin fer at liggja ímillum útnyrðing-norðan og landnyrðing-norðan – í fleiri dagar av beinum norði.

Tað er eitt lágtrýst, sum stendur yvir Norskahavi, sum sleingir hesa luftina ímóti okkum. Tað er ikki serliga djúpt og máttmikið, men tað stendur mestsum í stað alla vikuna og fer ikki í upploysn fyrr enn fram ímóti vikuskiftinum.

Vindferðin í dag er um 10 til 15 m/s, men út á dagin fer vindurin at minka, og alla vikuna, sum kemur, fer vindferðin at vera undir 10 m/s – mitt í vikuni minni enn 5 m/s.

Hitalagið fer í dag at minka úr umleið 4 stigum niður ímóti frostmarkinum, og har fer tað at vera alla vikuna. Gevið gætur, at hetta er dagstemperaturur, talan er um. Náttartemperatururin kann verða lægri, tá ið klárt er ella hevur verið í veðrinum.

Alla vikuna ælaveður við kava – tó kunnu ælini í dag vera eitt bland av vátakava og kava, meðan hitin enn er um tey 4 stigini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)