Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kapping: Ársins Vitanarfróðu 2021

SKRIVAÐ: Granskingarráðið  |  25.01.2021 - 14:36 Tíðindaskriv

Vit bjóða øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at hugsa um evni at granska og fyrireika tykkum. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 23. apríl 2021. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo 

 

Krøv

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum. 

Les meira um kappingina her

 

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og vitjan av einum granskara.

 

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…