Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstu ferð at lokali parturin av KÍ-hópinum er í minniluta

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.01.2021 - 21:20 Ítrottur Tíðindi

Líkt er til, at 2021 verður árið í søguni hjá besta mansliðnum hjá KÍ, har talið av leikarum, sum ikki eru uppaldir í felagnum, verður hægri enn talið av leikarum, sum eru uppaldir í KÍ.

Eins og undanfarin ár, so greinar Norðlýsið hópin hjá besta mansliðnum hjá KÍ undan kappingarbyrjan og eitt, sum mangan er afturvendandi er, hvussu støðan er viðvíkjandi lokalum leikarum mótvegis leikarum uttanífrá. Tann støðan tykist hava eitt greitt rák og serliga undan kappingarárinum 2021 tala tølini greitt.

 

 

Tal av leikarum á vøllinum í landskappingini:

KÍ hevur síðani uppflytingina brúkt millum 21 og 26 leikarar eitt kappingarár.

2021: (18 sáttmálar í løtuni, 19 er brúkt í greiningini)

2020: 23

2019: 24

2018: 24

2017: 22

2016: 21

2015: 24

2014: 21

2013: 21

2012: 21

2011: 26

 

 

Lokali parturin minkar

Sum sæst á talvuni, so minkar talið av lokalum leikarum í stórum tali. Fyri nøkrum árum síðani lá tali av lokalum leikarum javnan á áleið 18, men fyri hópin í 2021 er tali komið niður á 7. Hetta tal er lækkað síðstu árini, tó ongantíð so nógv í einum sum millum kappingarárið 2020 og 2021. Tað skal tó havast í huga, at tað er møguleiki fyri, at onkur lokalur legst afturat gjøgnum árið, hóast eingin er partur av hópinum nú áðrenn kappingarbyrjan. Men tað er eisini møguleiki fyri, at talið av leikarum uttanífrá fer at økjast, tá flytingarvindeygað letur upp í summar. Munurin á 12-7 er tó so mikið stórur, at roknast má við, at 2021 verður árið, har leikarar uttanífrá fara at vera fleiri enn teir lokalu, fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.

 

Lokal ''debut''

Í 2018 fingu heili fimm lokalir leikarar sína ''debut'' í bestu deildini, sum merkir, at teir fingu sínar fyrstu minuttir á vøllinum. Síðani tá er steðgur komin í, har bara ein lokalur leikari hevur fingið ''debut'' seinastu tvey kappingarárini og hann spældi ein minutt og er ikki longur partur av besta hópinum.

2021: ?

2020: 1

2019: 0

2018: 5

2017: 1

2016: 2

2015: 3

2014: 1

2013: 3

2012: 4

2011: 7

 

 

Lokali parturin í KÍ-hópinum síðani uppflytingina

Leikarar sum hava spælt í landskappingini:

2021: 7 (sáttmálar pr. 25. januar)

2020: 11

2019: 13

2018: 16

2017: 15

2016: 15

2015: 18

2014: 18

2013: 21

2012: 18

2011: 22

 

 

Leikarar uttanífrá

Teir ið koma/gevast í summarsteðginum telja 0,5:

2021: 12*

2020: 9,5

2019: 9,5

2018: 7

2017: 7

2016: 6

2015: 5

2014: 3

2013: 0

2012: 2,5

2011: 3,5

* treytað av at ein kemur afturat teimum núverandi 18 sáttmálunum.

 

Endastøða:

Sum sást á grafunum, so er í avísan mun samsvar millum, hvussu nógvir leikarar koma uttanífrá og endastøðuna. Vánaligasta úrslitið hjá KÍ síðani uppflytingina er árið, har KÍ bara hevði lokalar leikarar, meðan besta árið, har KÍ vann FM, var árið við flest leikarum uttanífrá. Tó síggja vit, at í 2020 vóru eins nógvir leikarar uttanífrá sum í 2019, men har úrslitið var vánaligari enn í 2016 og 2017, har talið av leikarum uttanífrá var 2,5 og 3,5 lægri.

2021:

2020: 3

2019: 1

2018: 4

2017: 2

2016: 2

2015: 5

2014: 6

2013: 8

2012: 4

2011: 5

 

KÍ komið í bólkin hjá HB og B36

Við hesum bendur alt á, at kappingarárið 2021 verður fyrsta árið í søguni hjá KÍ, at talið av leikarum uttanífrá verður hægri enn talið av lokalum leikarum. KÍ kemur tá í bólkin, har HB og B36 eru frammanundan. Tey hava regluliga havt hópar, har meirilutin eru leikarar uttanífrá. Okkurt dømið er um okkurt felag okkurt einstakt ár sum t.d. AB í 2009, sum hevur havt meiriluta av leikarum uttanífrá.

 

Teir lokalu

Av teimum sjey lokalu sáttmálunum í KÍ, so er bara ein leikari, ið er føddur áðrenn 1995. Tað er 30 ára gamli Páll A. Klettskarð. Hinir seks leikararnir eru ungir. Men vit síggja eisini, at aftaná 1998 árgangin, so eru bara tveir leikarar komnir ígjøgnum enn. 

Árgangirnir av teimum lokalu í KÍ-hópinum:

1985:
1986:
1987:
1988:
1989:
1990: Páll A. Klettskarð
1991:
1992:
1993:
1994:
1995: Dávid Langgaard
1996: Jóannes Bjartalíð
1997: Jóannes K. Danielsen
1998: Jákup B. Andreasen
1999:
2000:
2001: Jonn Johannessen
2002: Børge Petersen
2003:
2004:

 

Góð úrslit í ungdómsdeildini í 2020

Tað er ikki altíð, at samsvar er millum úrslit í ungdómsdeildunum og hvussu nógvir leikarar koma ígjøgnum til besta liðið. Men hyggja vit eftir 2020, so fekk KÍ heiðursmerkið í øllum teimum trimum ovastu ungdómsdeildunum, U21, U17 og U15, harav U21 vann FM, meðan U17 vann steypakappingina. So vil tíðin vísa, um tað fara at koma fleiri leikarar ígjøgnum komandi árini ella um núverandi gongd heldur fram, ið so vil merkja, at um fá ár vera heilt fáir lokalir leikarar í besta hópinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti