Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tók bert 12 mánaðir at byggja

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2021 - 10:19 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað hevur gingið skjótt at bygt íbúðirnar á Norðoyri. Fyrsti spakin varð fyri verkætlanini varð settur í í januar í 2020. Nú, 12 mánaðir seinni, flyta fyrstu íbúgvarnir inn í snøggu íbúðirnar við vakra útsýninum.

-    Vit settu okkum fyri at avgreiða hesa byggingina upp á eitt so stutt tíðarskeið sum møguligt, og tí hava vit eisini brúkt nógva orku at leggja tingini væl til rættis, áðrenn farið varð undir at byggja. Tí eri eg sjálvandi sera fegin um, at vit eftir 12 mánaðir kunnu fáa fyrstu íbúgvarnar inn í íbúðirnar, sigur Rógvi Josephsen, ið er ein av eigarunum av Norðhús, og sum hevur stýrt verkætlanini. 

-    Vit hava lagt okkum eftir at byggja við høgari góðsku, og síðani vit gjørdu fyrsta bygningin í 2011, hava vit gjørt smávegis betringar og tillagingar, ið ger hendan bygningin enn betri. Arbeiðið hevur gingið ómetaliga væl, og eg haldi, at íbúgvarnir eru fegnir um úrslitið, sigur Rógvi.

 

Stórar ætlanir við framtíðar-íbúðarbygging

 

Næsti bygningurin við 6 íbúðum verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu í mai í ár, og hálvan oktober er ætlanin, at seinastu tríggjar íbúðirnar standa klárar á Norðoyri.

Umframt verkætlaninar á Norðoyri verður í løtuni løgd seinasta hond á fyrireikingarnar, tekning og projektering av øðrum íbúðunum, sum skulu standa á góðari staðseting tætt við miðbýin í Klaksvík.

-    Næsta stig eftir hetta er at fara undir at byggja fleiri íbúðir undir Fossum, ið er eitt vakurt øki tætt við býin. Eftirspurningurin hevur verið stórur, og vit brúka nú alla orku at leggja tingini væl til rættis, upplýsir Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús.

Farið verður undir fyrsta bygningin undir Fossum heilt skjótt, og tá ið verkætlanin er liðug, verður økið vakurt og hugnligt, har bygningarnir fella væl til í lendinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni