Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Fólkaræðið er ikki ein náttúrugivin stjórnarskipan, og demokratiið er aldrin ein sjálvfylgja!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  29.01.2021 - 11:27 Bloggur Politikkur

Fólkaræðið kann stundum tykjast at vera ein tung og møðsom skipan – demokratiið man kortini vera frægasta stjórnarskipan higartil, tí skipanin verjir frælsið og rættindini hjá hinum einstaka í tann mun, tað ber til. Men sivilisatiónir og ríkir koma og fara, og við teimum helst eisini stjórnarskipanir.

Í dag halda vit, at menniskjan er ein rationellur skapningur, ið grundar allar sínar støðutakanir á væl gjøgnumhugsaðar avgerðir. Tíðin við pátrúgv og ótta fyri duldum kreftum er farin! Øll framstigini innan tøkni, vísindi og vitan í heila tikið, sigast at hava skapað nýggj menniskju, ið taka vitugar og rationellar avgerður og hugsa á sama hátt.

Men søgan sigur annað!  Ein falleraður eysturiskur/týskur listamálari, sangari og arkitektur, uttan stórvegis útbúgving, megnaði eftir fáum árum at fáa alt valdið á hákulturella og stættarstýrda Týsklandi. Í dag undrast vit yvir, at hesin ørvitisknokkurin kundi avrika so nógv. Og hóast eg hvørki eri søgufrøðingur, sociologur ella psykologur, so fari eg at loyva mær at siga, at hann fekk tær røttu umstøðurnar forerandi upp í hendurnar.

Vinnarnir av fyrra heimsbardaga høvdu – í hvussu so er sambært týska fólkinum – lagt okursbyrður omaná Týskland. Fátækadømi, arbeiðsloysi og neyðin vóru øgilig, og inflatiónin ræðulig. Her vísti Hitler, at tað at vera snildur kann geva minst líka so gott úrslit, sum at tað vera klókur og lærdur. Hann var ein av vanliga fólkinum, og hann sá neyðina hjá fólkinum, og hann brúkti neyðina hjá fólkinum.

Super effektiva tólið hjá honum var felags fíggindin, sum kann savna fólk. Jødarnir, kommunistarnir, fakfelagsfólk, kristnir kverulantar, homuseksuell og øll, ið vóru øðrvísi, høvdu skyldina av, at støðan í Týskalandi var so vánalig, sum hon var.  Tað eydnaðist Hitler at selja hesa lygnina, og saman við stórum almennum íløgum, fingu týskararnir so við og við aftur vón og mat í munnin, og Hitler gekk sína sigursgongd, inntil hannsara egna egobobla brast. Fíggindarnir, sum hann legði undir at hava beint fyri Týsklandi, vóru fullkomuliga ósekir, og umheimurin trúði ikki sínum egnu oyrum og eygum. Hvussi kundi hendan lítla eysturríska lagnan bergtaka og kollvelta hákulturella, stættarstýrda og rationella týska fólkinum?

Muran í meðaltýskaranum hvørki var ella er øðrvísi enn muran í meðal føroyinginum!

Í USA upplivdu vit ein persón, sum mundi vera ein gáta fyri fólk flest í Europa, og á amerikanska meginandinum eisini. Hvussu kundi Trump, uttan nakrar politiskar royndir, uttan at hava verið aktivur limur í republikanska flokkinum, og uttan politiskt vit og skil, ella vit og skil í heila tykið, gerast leiðari í einum so framkomnum demokratiskum landi sum USA?

Kannska vantaði honum almenna vitan og alment dannilsi, men snildur var hann sum fáur, og sum vandur fjølmiðlamaður dugdi hann at síggja og brúka ta vantandi vitan, ta neyð, ta ónøgd og vónloysi, sum valdar í fólkaríku amerikansku undirstættini. Fyri teimum er amerikanski dreymurin brostin; samfelagið hevur slept teimum uppá fjall.

Eins og Hitler ikki var orsøkin til ella hevði uppfunnið neyðina í Týsklandi í tíðarskeiðnum millum heimsbardagarnar báðar, somuleiðis var Trump heldur ikki orsøkin til neyðina og vónloysið hjá undirstættini i USA – tey, sum tey vælbjargaðu hvítu nevna ”the white trash” – hvítu skræpuna, ella hvíta burturkastið! Men Trump uppfann í staðin felags fíggindar, ið kundu sameina tey ónøgdu. Hann kundi ikki geva teimum ríku og vælbjargaðu skyldina, tí hann var sjalvur av slagnum – í staðin gav hann samfelagsskipanini ábyrgdina, fjølmiðlarnir høvdu alla skyldina, og kinverjar og týskarar við teirra ídnaði høvdu stolið amerikonsk arbeiðspláss, og innflytarar úr Suðuramerika vóru høvuðsorsøkin til alt lóglóysið og til ómenniskjaligu lágu lønirnar.

Soleiðis fekk hann næstan meirilutan av atkvøðunum við fyrra valið, sum hann vann, og 70 milliónir atkvøður við seinna valið, sum hann tapti. Tað er kanska at vaðsa ov djúpt at siga, at hann fiskaði í tí urdýpinum av óhumsku, sum finst í einhvørjum samfelagi, og at hendingin 6. januar prógvar, at tað eydnaðist honum væl og virðiliga?

Men einki savnar so væl sum ein ella fleiri felags figgindar, tí hesi geva samstundis eitt glámlýsi, sum forðar fyri, at fólk skoða sannleikan ella síggja teir veruligu trupulleikarnar. Trump leyg fyri fólkinum, tá hann gav øllum øðrum enn amerikanarum sjálvum ábyrgdina fyri syndarligu støðuni hjá undirstættini! Trupulleikarnir eru sjálvgjørdir, og eru skammiliga lágar lønir, lítið ella onki sosialt trygdarnet, ein ovurhonds dýr og órættvís heilsuskipan og eitt alment skúlaverk, sum manga staðni er farið fallit. Í USA kanst tú fáa tað besta av tí besta, um bankabókin loyvir tí, og tað ringasta av tí ringasta, um bankabókin ikki ger.

Men tað loysir seg, og tað ber til at lúgva fyri fólki – eisini teimum, ið áttu at vitað betur. Tað snýr seg bara um at vera nóg snildur og at duga at brúka støðuna, sum hon er. Hitler hevði sínar veldugu paradur og messingtónleik, síni veldugu bygningsverk. Trump dugdi betur enn nakar annar at lumpa fólk og pressuna við at nýta fjølmiðlarnar.

Fólkaræðið er ikki ein nátúrlig styrisskipan, demokratiið er aldrin ein sjálvfylgja. Men fólkaræðið umboðar ta higartil mest frammkomnu stýrisskipanina. Tó so, menniskju eru kraddut, eisini eftir valdi.  Um tað eru dømir í okkara egna baklandi í Evropa, har lond eystanfyri, ið longdust eftir at sleppa undan sovjettiska jarnhælinum, nú eru um at venda demokratinum bakið, og leiðarnir siga seg umboða sanna fólksins vilja við at skerja fólksins frælsi og rødd, við at teppa frælsu fjølmiðlarnar og dómstólarnar. Eisini her siga leiðararnir, at tað eru ”hini” - EU og guðloysi (protestantisman), ið eru upprunin til alt ónt.

Um vit seta sjóneykuna á okkum sjálvi, so kunnu vit spyrja, um tað eisini okkara millum eru politikarar, ið geva sær sjálvum og fólkinum nøring við at siga, at tað eru ”hini” sum hava skyldina?

Meðalamerikanarin, meðalpóllendingurin ella meðalungverjin hava ikki øðrvísi muru enn meðalføroyingurin! Tí ræður um at viga lygnirnar væl og virðiliga! Tí tað er ongin náttúrulóg, sum sigur, at politikarar altíð vilja fólkinum tað besta!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Dystar­veðrið KÍ - EB/­Streymur
Góð fótbóltslíkindi
Hávur er í FM-finaluni
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Kringvarpið øst føroyingar upp í skúm –…
Team Klaksvík tapti eftir longda leiktíð
Bjarnhild og Lena Maria úr KBF eru Kontr…
Tummas Lervig: Vit vænta at spæla í Klak…
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja: Eitt…
Team Klaksvik spælir finalu í niðara ból…
Klaksvíkar Sjúkra­hús: Har er vón hóast s…
Jan Gintberg á Leiðara­deg­num 2021 | Tí t…
Broytingar í byggisamtykt­ini fyri Svínoy
500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihal…
Danny Baldursson fyrsta staklag sum eins…
Setið nú ferð á koppsetingarnar
Átøk skulu forða fyri at ung við sálarli…
Nema 100% á føroyskar hendur
Øll sum eru 70 ár og eldri kunnu bóka tí…
Evropeiskur ullardagur