Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vegur til Syðradals á Streymoynni. Kavin liggur tjúkkur oman eftir líðini. | Mynd: Árni Jacobsen

Kavi!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.02.2021 - 22:18 Tíðindi Veðrið

Tað er sera ymiskt við kava, hvussu nógvur kavi legst í støðum kring landið. Alt velst um ættina, hvussu høg fjøllini eru og hvønn veg tey venda.

Vit hava havt kava í einar 33 dagar higartil í ár. Maskinurnar hjá Landsverki, sum rudda kava, hava havt úr at gera. 

Men tað er ikki javnt býtt kring oyggjarnar, hvussu nógvur kavi hevur verið. Als ikki. Vanliga verður sagt, at tað regnar í lu, men kavar í læ (ikki serliga gott føroyskt mál). Betur greitt frá er tað, at regn kemur niður á fjallasíðuni, sum vendir ímóti ættini, og at kavin dettur niður á fjallasíðuna, sum vendir undan ættini. 

Havi tvey dømi her. 

Havi fingið fleiri myndir frá lesarum av kava kring alt landið. Myndirnar niðanfyri hevur René Hjaltalin, maskinførari hjá Landsverki tikið. Myndin er tikin á vegnum til og frá Syðradali (S). Har er eysturættin trá oman av fjallinum, og nógvur kavi er komin niður har. 

Landsverk hevur fleiri ferðir boðað frá, at tað ikki hevur verið koyrandi til Syðradals. Har hevur verið so nógvur kavi og jarðrok, so tað fyllist uppíaftur, so hvørt sum maskinan grevur. Hetta er eitt møðsamt arbeiði. Landsverk eigur nakrar fantastiska dugnaligar maskinførarar, sum grava kava kring alt landið. Teir byrja kl. 5 á morgi og hava vegirnar farbarar til kl. 21 á kvøldið.

Har sum opið er ímillum oyggjar og fjøll, kemur ikki so nógvur kavi niður. 

Eitt dømi er eystan og landnyrðingur á Viðareiði. Kalda luftin kemur eftir opnum havi umvegis Fugloy til Viðareiðis. Einki fjall liggur og forðar ella trýstir luftina uppeftir, har sum kavin verður tikin úr luftini at detta niður.

Guðrun Steinberg á Viðareiði tók myndirnar niðanfyri seinnapartin. Als ikki líka nógvur kavi sum á fyrru myndunum. Vit lata vøku myndirnar tala fyri seg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Einans 3 tingfólk ímóti fleiri fiskidøgu…
Vitameista­rin á Biskupsstøð
FBF nýggjan høvuðsvenjara
Føroyski lestrarstuðulin verður hin sami…
Jólakort frá føroyskum skúla­børnum
Samvirkið yvirlit við játtaðum stuðli 20…
Nú stundar til JÓL VIÐ LØKIN
Konsert í Leirvík sunnudagin 23. novembe…
Thorvald vitjar Norðlýsið
Evropaflogbóltur í Klaksvík í morgin
Vatnleki á Heygavegnum
Taptu toppdystin
Svanberg hevur fingið nýtt venjarastarv
Fyrilestrar við unga ísraelska rithøvund…
Biðja norsku stjórnina um at endurskoða…
Hanus Hansen og Regin Jacobsen til audie…
Country dansur í Dansifrøi
Jóla­trøini
Hægri loft á endurgjald fyri mista arbei…
Jóla­konsert við Bjöllubandanum