Næmingar úr NámX í praktikk hjá Norðlýsinum
Vit valdu at fara í praktikk hja Norðlýsinum tí tað ljóðar sera áhugavert. Vit fara at skriva fleiri greinar og læra um hvussu tað er at arbeiða í eini miðlafyritøku.
Vit eita Ann og Kristina, vit eru 16 ár, vit báðar búgva í Tórshavn og ganga í NámX. Í frítíðini lurta vit eftir tíðindum, vit eru sum oftast í Margarinfabrikkini, og brúka tíðina saman við vinum.
vit valdu at fara í praktikk hjá norðlýsinum tí tað ljóðar sera áhugavert.
Jóhann Lützen stjórin hjá Norðlýsinum greiddi okkum frá søguna um Norðlýsið og hvussu vit kunnu brúka heimasíðuna. Vit skulu vera í praktikk her í tvær vikur. Vit gleða okkum til at skriva meir og leggja meira út á heimasíðuna.
Vit vera lærdar at leggja tíðindir út. Vit halda tað vera sera áhugavert og fólkini eru sera fitt.