Lýsing
Lýsing
Lýsing

Almennu tilmælini eru óbroytt

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  20.02.2021 - 01:00 Ítrottur Tíðindaskriv

Landsstýrismaðurin í heilsumálum veit onki um, hvør hevur mælt til leistin, sum Hondbóltssamband Føroya ætlar at brúka til steypafinalurnar um vikuskiftið, har bara liðugt koppsett fólk frítt kunnu keypa atgongumerkir. Men hann ger greitt, at almennu tilmælini eru ikki broytt

Miðlarnir vita at siga, at bara fólk, ið eru koppsett tvær ferðir frítt kunnu keypa atgongumerkir til  steypafinalurnar í hondbólti, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri í Høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.

Tað undrar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, tí hann kann staðfesta, at almennu tilmælini hjá landsstýrinum ikki eru broytt.

Heilsufakliga verður stórur dentur jú lagdur á, at tú kanst breiða koronusmittu, sjálvt um tú ert koppsettur. Eg visti onki um hetta málið, fyrr enn eg las um tað í miðlunum. Ongi av teimum upprunaligu tilmælunum, sum viðvíkja størri fólkasamkomum eru broytt. Tey eru generell og galdandi fyri øll. Sjálvur haldi eg tað vera sera harmiligt, um fólk verða býtt í A- og B-borgarar, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, sigur hann.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag