Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umleypandi veður í vikuni, sum kemur. Vindurin næstan alla tíðina úr ættunum kring sunnan. | Mynd: Vørn - veðurstøðin á Kirkju

Veðrið í vikuni, sum kemur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.02.2021 - 11:13 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fara tvey lágtrýst at seta sín dám á veðrið í Føroyum. Tá er lágtrýstið, sum hevur havt nógva vindin við sær í nátt og í morgun, ikki talt við.

Leiðin, lágtrýstini taka í hesum døgum, er ímillum Føroyar og Ísland. Tí er ættin nær við sunnan. Væntandi er eitt lágtrýst afturat, sum tekur hesa leiðina – tí verður nakað av vindi mikudagin. Eftir tað fer leiðin, lágtrýstini taka, at vera longri vestri, norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin. Tí fer ættin í staðin at vera um útsynning og vindurin eitt sindur minni.

Veðrið í vikuni, sum kemur:

Mánadagin: minkandi vindur av suðuri ella útsynningi-suðuri úr 10 til 15 m/s um náttina niður um 5 m/s um kvøldið. Skýggjað og okkurt ælið – hitin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Týsdagin: veksandi vindur av landsynningi-suðuri, eina løtu seinnapartin av beinum suðuri, úr 5 m/s um náttina og upp í 13 til 18 m/s seinnapartin. Um kvøldið eitt sindur minni vindur. Ælaveður á morgni, men tað fer at regna út á fyrrapartin, og tað slítur ikki í fyrr enn nakað er liðið út á seinnapartin. Eftir tað kunnu tó væntast ælingar. Hitin týsdagin fer at liggja um 7 til 9 stig.  

Mikudagin: veksandi vindur av útsynningi-suðuri, úr 5 til 10 m/s um náttina upp í 13 til 18 m/s fyrrapartin og restina av mikudegnum. Regn um náttina og ælaveður restina av degnum. Hitin mikudagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Hósdagin: minkandi vindur av útsynningi-suðuri um náttina, meðan ættin spakuliga fer upp í útsynning fyrrapartin og vestan seinnapartin ella um kvøldið. 8 – 13 m/s næstan allan dagin – tó eitt sindur minni út á fyrrapartin og eitt sindur meiri seint um kvøldið. Skýggjað og ælaveður, og hitin hósdagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Fríggjadagin: um náttina 10 til 15 m/s av útsynningi-suðuri, men minkandi út á fyrrapartin. Seinnapartin útsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, og hitin fríggjadagin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Leygardagin: útsynningur,sum fer at ganga niður í útsynning-sunnan. Vindferðin um morgunin 5 til 10 m/s, men vindurin fer at veksa upp í 10 til 15 m/s seinnapartin. Turt fyrrapartin og seinnapartin, men út á kvøldið regn. Hitin leygardagin um 7 til 9 stig.

Sunnudagin: útsynningur-sunnan, 13 til 18 m/s. Regn fyrrapartin, men turt út á seinnapartin. Hitin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Café Fríða fer at reka Biskupsstøðgarðin
Árliga fiski­kappingin í Norð­oyggjum verð…
Leggja lok á Eystan Garð
Líðhamar rokast á Føroya Banka
Møti og takkarløta fyri heystið
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Lýsing