Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elding Business letur upp nýggjan handil!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  22.02.2021 - 13:05 Tíðindaskriv Tíðindi

Vinnudeildin hjá Elding, Elding Business, letur upp nýtt framsýningarhøli í Smiðjugerði 3 í Havn, týsdagin kl. 12:00, tann 23.02.21, har tað eisini verður gjørligt at keypa vørur.

Seinastu 25 árini hevur Elding Business, fyrr nevnt Elding Vinnuveitan, selt alskyns loysnir til føroyska vinnulívið – alt frá stórkøkum til vaskarí, og hvítvørur til skipaflotan.
Alt virksemið er áður farið fram á Hoyvíksvegi 65 í Havn, har ið Elding Elrisin heldur til, men vegna vaksandi virksemi, letur Elding Business upp nýtt framsýningarhøli í Smiðjugerði 3. Eisini flytur hvítvøruverkstaðið hjá Elding við út á sama bústað. Í dag eru 15 fólk knýtt at Elding Business og hvítvøruverkstaðnum.

Umframt at nýggja framsýningarhølið verður latið upp, fer nýggj heimasíða eisini í luftina. Á www.elding-business.fo ber til at síggja alt vøruúrvalið, ið Elding Business bjóðar. Eisini verður tað gjørligt at stovna egnan vinnubrúkara, sum kann nýtast til at keypa beinleiðis á netinum.


Elding Business umboðar millum annað hesi vørumerkir: Miele Professional, Electrolux Professional, Hoonved, Lainox v.m.
Elding Business er heildarveitari til stórkøkar, vaskarí, hvítvørur til skipaflotan, og kann harafturat eisini veita alkyns tilhoyr, til líknandi verkætlanir, sum t.d. gjaldsskipanir, sápu, pappír v.m.

Í nýggja framsýningarhølinum í Smiðjugerði 3 ber eisini til at síggja køksbúnýti, pakkitilfar til matvørur, køksmaskinur, borðbúna, kaffimaskinur og mangt annað. Starvsfólkini hjá Elding Business hava drúgvar royndir til at vegleiða og ráðgeva, fyri at finna røttu loysnina.
 
Vitja okkara framsýningarhølið í Smiðjugerði 3, týsdagin kl. 12:00.
Opið er gerandisdagar frá kl. 09.00 til 17.00.

Okkara ynski er at veita bestu loysninar, til besta prísin, til føroyska vinnulívið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…