Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir venjingina í kvøld fóru menninir í vælveruøkið í Klaksvíkar Svimjihøll | Mynd: Arthur Højgaard

Mjølnir flogbóltsfinalan: Útselt upp á ein tíma!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2021 - 23:30 Ítrottur

Mjølnir menninir kunnu vinna sín triðja steypasigur á rað leygardagin, tá teir spæla móti ÍF

Flogbóltssambandið hevur játta 100 atgongurmerkir til luttakandi liðini í finalunum. 

Í meistaradeildini hjá monnum leika ÍF og Mjølnir. Tá sleppa altso 100 fjepparar frá hvørjum felagið til dystin. Teir koma at sita í hvør sínum enda.

Vit í Mjølnir fingu atgongumerkini frá Flogbóltssambandinum ígjár eftir dystin móti Fleyr. Settist við telduna í kvøld, at frætta hvørji úr Mjølnir leguni ynsktu at keypa atgongumerkir og eftir lítlari løtu var talið komið uppá 100. 

So nú er útselt og restin av okkara fantastisku fjepparum mugu taka til takkar við at hyggja eftir steypafinaluni í sjónvarpinum hjá Kringvarp Føroya. 

Finalan millum Mjølnir og ÍF monnunum verður leikt kl. 16 leygardagin 27 februar. 

Fyrrapartin leygardagin eru G12 og G14 hjá Mjølnir eisini umboðaði í steypafinalunum imóti ávíkavist Drátti og B71

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop