Ungar gentir selja seg sjálvar fyri rúsevni
Serligani gentir gera so gott sum alt fyri at fáa fatur í rúsevnum. Nógvir tannáringar sum eru 13-19 ár eru involveraði við rúsevnum.
Nógv ung drekka seg skít og taka rúsevnir fyri at vera kul, tey siga at tey brúka tað sum medisin, men rúsevnini eru ikki frá læknanum, so tey vita ikki hvat er í rúsevninum sum tey taka og tað kann vera farligt
Vandamikið spæl
Í nøkrum rúsevnum hava kanningarstovur funnið rottugift og annað í rúsevnunum.Nógv enda við psykosu, um psykan ikki klárar trippi, sum tey ungu fara í. LSD er sera farligt, tí eitt tripp fra tí kann varða umleið 12 til 16 tímar og tað kemur eisini ann uppá hvussu nógv microgramm tey taka, um tað er 50mcg er tað nokk at fara í eitt tripp, men nógv ung taka 200-300mcg og tað skal einki til at fáa niðurtúr og tað er tað sama við MDMA, ketamine, 2cb o.s.v. LSD er eitt slag av vesku og man ein gera gummi bammsur og dippa papír í tað.
Tað er sera lætt at blíva avhengiður av rúsevnum.Kroppurin byrjar at krevja rúsevnini og man byrjar at vera illafyri og vil gera alt fyri at fáa rúsevni í kroppin, nakrar ungar gentir selja seg sjálvan fyri at fáa fatur á rúsevnunum. Dreingir plaga at fara til skips og tað endar við at teir koma á land aftur fyri at vera rúsaðir.
Ikki bert í Tórshavn
Sambært Kringvarp Føroya eru nógv rúsevnir í Runavík, tað er blivið so ógvusligt, at ungar gentir selja seg sjálvan fyri at fáa fatur á rúsevnum. Summir tannáringar gera alt fyri at fáa fatur á rúsevnum. Løgreglan hevur veri nógv í Runavíkini, tí tað eru so nógv rúsevnir har.Rúsevnir kunnu oyðileggja nógv, tað kann t.d. oyðileggja eitt vinarskap ella familjuna, tí tá ein er bundin av rúsevnum, so velja tey rúsevnini fyrst og alt annað aftaná.
Hvussu rúsa tey ungu seg
Til ber at taka rúsevnir uppá ymiskar mátar. Um ein roykir hash so koyrir ein tubakk í tað og ein kann roykja úr pípu ella joint, man plagar at gera eina heimagjørda pípu úr einari sodavants fløsku og ein topp. Man kann fáa joint papír í handli. MDMA og 2cb kann man sniffa, drekka ella gera eina “bumbu”, har rúsevni verða koyrd í vespapir papír, so ein kann svølgja tað. Tað vanliga ungdómurin tekur av MDMA er 0,2 gramm. Kokain kann man gníggja upp ímóti tannkjøtinum og man kann sniffa tað.
Prísir
Hash 250-300kr pr gramm
Marijuana 600 kr pr. gramm
MDMA 2500kr pr gramm
Kokain 2500kr pr gramm
2cb- 2500-3000kr pr gramm
Ganja 300kr pr gramm
Amphetamine 1500-2500kr pr gramm