Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koppsetingarvika

SKRIVAÐ: Heilsustýrið  |  29.04.2025 - 14:44 Tíðindaskriv

Heimsheilsustovnurin, WHO, markar á hvørjum ári evropeiska koppsetingarviku, European Immunization Week, fyri at gera vart við, hvønn týdning koppseting hevur fyri at fyribyrgja sjúku og verja lív.

 

 

Í ár er átakið skipað undir yvirskriftini Immunitetur fyri øll er menniskjansliga møguligur, og dentur verður lagdur á týdningin av, at øll verða tikin við fyri at verja fólkaheilsuna í øllum samfeløgum. Víst verður á bæði góð úrslit og avbjóðingar við barnakoppseting sum amboð til at fáa tamarhald á teimum smittusjúkunum, sum koppsett verður fyri.

 

Barnakoppseting í Føroyum

Í Føroyum hava vit eitt skipað tilboð um ókeypis barnakoppseting, sum skal verja børnini móti álvarsligum smittusjúkum. Seinastu árini hevur gongdin verið, at undirtøkan fyri barnakoppsetingunum tykist vera fallandi í Føroyum, og vit røkka í nógvum førum ikki støðinum, sum WHO hevur ásett sum mál fyri at kunna tosa um hópimmunitet. Heilsustýrið er tí farið undir at kanna, hvør orsøkin til, at færri taka av tilboðnum um barnakoppseting, kann vera. Í hesum sambandi hava øll foreldur at børnum undir 6 ár fingið innbjóðing í Vanganum um at luttaka í eini hugburðskanning.

- Vit taka støðuna í stórum álvara, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum. - Við hesi kanningini fáa vit vónandi ábendingar um, hví undirtøkan fellur. Tann vitanin er grundleggjandi fyri, at vit kunnu seta rætt inn við átøkum at bøta um støðuna.

Nógvar av teimum sjúkunum, sum eru við í føroysku koppsetingarætlanini, eru næstan útruddaðar í Føroyum, men eru framvegis til aðra staðni í heiminum. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur, um vit ikki halda fram at koppseta.

Sum dømi um hvussu munadygga ávirkan koppseting hevur, vísir WHO á, at á heimsstigi hevur koppseting vart 154 mió. mannalív farnu 50 árini. Hetta svarar til umleið seks mannalív um minuttin - hvønn dag, hvørt ár, í 50 ár.

 

Áminningarskipan

Heilsustýrið fer í næstum at seta í verk eina talgilda áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning í Vanganum, tá barnið eigur at verða koppsett sambært barnakoppsetingarætlanini. Tílíkar skipanir hava virkað væl í øðrum londum og økt talið á børnum, sum fáa tilmældu barnakoppsetingarnar. 

Inntil áminningarskipanin fer at virka, verður víst til ein roknara á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum, sum kann gera eitt yvirlit yvir, nær hvørt einstakt barn skal hava ymsu koppsetingarnar.

Roknarin er tøkur her. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia Thomsen forkvinna í Norðoya Sjálv…
KÍ nærkast nýggjum álopsleikara
Ein heilsan fra felagsskapi­num Mirjam
Hann fekk einans fýra ár! - áðrenn renni…
Reyða Krossur opið hús á Dávavirkinum
Hugnaløtur­nar byrja aftur
Byggibúning við Høganesvegin
U18 flogbóltsgentur­nar vunnu fyrsta dyst…
Vit eiga at rætta teir feilir vit gera,…
Heilsan frá Løgtingi­num til Inatsisartut
Skýlisklettur inni við 6.300 pundum
AB og B68 leggja fyri
Norebo lagt sakarmál fram ímóti Noregi
Venjaratoymið hjá 2. deild sett
Plakat eftir Elinborg Lützen
Íslendingar bestir
KÍ skal møta svenskum toppliði í Albir
Veðrið í vikuni
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí…
Ein føroyingur og tveir íslendingar frem…