Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gadus skrivar søgu – alt til matna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 16:25 Tíðindi Vinna

Gadus hjá JFK samtakinum í Klaksvík er fyrsta fiskifarið í føroyska skipaflotanum, sum fær løggilding, ið tryggjar, at 100% av fiskinum fer til matna.

 

Nýggir og lýggjari vindar blása í føroyskari fiskivinnu, nú tað er greitt, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið Gadus – sum tað fyrsta føroyska fiskifarið nakrantíð – løggilding, ið tryggjar, at allur fongurin kann fara til matna.

Loyvið er søguligt og slóðbrótandi. Lýsi og mjøl, sum áður fór til ídnað, eru nú góðkend til matvøru úrdráttir. Og sjóføðsluevni, sum fyrr vórðu blakað út, kunnu nú brúkast til fólkaføði. Hetta førir við sær stórar menningarmøguleikar og opnar somuleiðis heilt nýggjar dyr út í heim.

 

Drúgv tilgongd

Í JFK samtakinum frøast tey um, at fleiri ára miðvíst arbeiði loksins ber ávøkst.

“Hetta hevur verið eitt langt og drúgt hál, og nú eru vit sera spent upp á at fara til verka við nýggja loyvinum í skjáttuni”, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK.

"Tað er ongin loyna, at hetta er vitanartungt umráðið, ið krevur nógvan kunnleika og áhaldandi menning. Vit hava samstundis havt eitt sera gott samstarv við fakfólk í Noregi innan júst hetta økið. Fólk hjá okkum hava verið umborð á norskum flakatrolara at læra seg mannagongdir, og okkara manning hevur frá byrjan gjørt eitt megnar arbeiðið,  sum hevur lagt lunnar undir, at alt, sum nú kemur til høldar, kann fara til matna”, leggur Hanus Hansen aftrat.

 

Gadus skraddaraseymaður til høvið

Tá farið varð í holt við at byggja Gadus í 2019, var ein grundleggjandi ætlan, at allur fiskurin skuldi kunna fara til matna. Hetta setti serlig teknisk krøv. “Tú kanst siga, at vit hava hugsað hetta inn í okkara ætlan frá fyrsta stroki. Eitt nú eru ongir skarpir vinklar á rørunum fram til mjølverksmiðjuna. Við løggildingini kennist tað sum, at stóra íløgan, ið var gjørd, fer at bera ávøkst”, leggur stjórin á JFK aftrat. 

 

Neyðugt at endurnýggja flotan

JFK samtakið vísir í sama viðfangi á týdningin av at endurnýggja skipaflotan. Tað, sum í dag er serligt við Gadus, eigur at gerast gerandiskostur fyri føroyska flotan frameftir. Tí her er nógv at vinna. 

Í mong áratíggju hevur tað eisini verið eitt politiskt ynski, at alt skuldi í land, og at størri úrtøka kundi fáast burturúr tí, sum fingið verður til høldar. Og hetta er júst tað, sum nú er veruleiki við løggildu góðkenningini, sum Gadus hevur tryggjað sær. “Tað er mín vón, at politiski myndugleikin sær tað alneyðuga og gagnliga í, at føroyski fiskiflotin verður endurnýggjaður. Vit mugu fáa nýggj skip í flotan, sum kunnu vera við til at økja um virði á tí, vit fiska úr sjónum. Hendir tað, so vinna vit øll”, sigur Hanus Hansen.

 

Stórir møguleikar til heilsu- og heilivágsídnaðin

Durita í Grótinum, góðskuleiðari í JFK samtakinum, gleðist um møguleikarnar, ið nú standast burtur úr hesum nýggja veruleikanum. “Ja, hetta er frálíkt at hava við sær, nú vit fara til árliga sølumessu í Barcelona fyrst í mai. Fleiri dyr kunnu opnast, eitt nú til heilsu- og heilivágsídnaðin.” Júst, hvussu stór virðisøkingin kann gerast við hesi søguligu løggildingini  er tengt at fleiri táttum. Men greitt er, at tann parturin av lastini, ið áður fór til ídnað, við nýggja loyvinum kann fáa eitt munandi hægri virði.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað ber ikki til at forða okkum í at key…
Barnalist á Stongunum
Ziska sleipaði Olgu Mariu á Lorvík
Jørgin Ellingsgaard 75 ár
Gadus skrivar søgu – alt til matna
Suðuroyar­tunnilin fer neyvan at hava vón…
Koppsetingarvika
KJ hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek i…
Samgongan virðir ikki norð­urøkið
KJ keypt Pomek
Veðhaldi fyri Eystur- og Sandoyar­tunlar…
G. JØRGENSEN letur upp á Stangavegnum
Gandafloytan í Varpinum
Sannleikin um pávadømið
Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagn…
Folk-punk, framtíðarrokk og hitabylgja á…
Norð­oyastevnubrak á Føroya Bjór
Nógv áhugaverd mál á býráðsfundi
Breið semja um at betra umstøður­nar hjá…
Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Miklada…