Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gunnar Jørgensen og Allan Midjord avmyndaðir uttanfyri stangaveg 14 | Mynd: Jóhann Lützen

G. JØRGENSEN letur upp á Stangavegnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2025 - 09:27 Tíðindi Vinna

Gunnar Jørgensen Qvade eigur arkitekt- og verkfrøðingfyritøkuna G. JØRGENSEN, sum nú letur upp deild á Stangavegi 14 í Klaksvík

 

(Grein úr blaðnum)

 

Norðlýsið hevur sett honum stevnu og spyr fyrst um, hvat fyri slag av fyritøku, G. JØRGENSEN er.

 

”G. JØRGENSEN bleiv stovnað í 2016 og fyllir tí 10 ár komandi ár. Eg var einsamallur stovnari, og fyrstu tíðina teknaði eg summarhús, tilbygningar og líknandi, umframt at eg ráðgav. Í dag eru vit 10 starvsfelagar, sum írokna verkfrøðingar, arkitektar og byggifrøðingar. Uppgávurnar vit loysa, eru fyrst og fremst industri- ella ídnaðaruppgávur innanfyri byggjarí, og vit hava havt uppgávur í øllum ríkinum, í Føroyum, Grønlandi og Danmark.”, sigur Gunnar.

 

Men hvør er Gunnar Jørgensen Qvade? ”Eg eri uppvaksin í Klaksvík. Bæði foreldrini hava eisini verið sjálvstøðug vinnurekandi í Klaksvík - mamma mín frisør, og pápi mín timburmeistari. Sum smádrongur byrjaði eg at spæla flogbólt, fyrst við Mjølnir, síðani Aalborg Volley. Eisini var eg við í tí føroyska flogbóltslandsliðinum. Sum 18 ára gamal fór eg í læru sum timburmaður her í Klaksvík, og flutti sum 21 ára gamal til Aalborg, at lesa til byggifrøðing. Eftir lokna útbúgving starvaðist eg í fleiri ár hjá NIRAS, sum er ein av størstu ráðgevandi verkfrøðingunum í Danmark, samstundis sum eg stovnaði G. JØRGENSEN.

 

”Kjarnuveitingin hjá G. JØRGENSEN er ein ráðgevingarpakki, har vit eru totalráðgevar fyri kundan. Er tað ein fabrik, sum skal gerast, so eru vit við, frá fyrsta strikan verur tekna, til maskinurnar á verksmiðjuni verða tendraðar. Er tað eitt íbúðarbyggjarí, so eru vit eisini við frá fyrstu skitsu, til síðsta penslastrok”. Um fyritøkuna og starvsfólkini sigur hann: ”At byrja við vóru vit 6 føroyingar, men hava síðani fingið fleiri danir sum starvsfelagar, millum annað ein arkitekt og tveir verkfrøðingar. Summir føroyingar, sum vit hava í starvi, hava verið lesandi í Aalborg, og sum síðani vilja flyta heim aftur til Føroyar. Tí gevur tað meining, at opna eina deild í Føroyum - og á hendan hátt halda fast í góðum starvsfólkið. Fyri meg hevur tað nógv virði, at halda fast í góðum fólki, sum vit hava brúkt tíð uppá at læra at kenna og menna. Vit eru, eins sum í ítrótti, eitt lið, sum blívur betri og betri tess meira vit leika saman”.

 

Til spurningin um, hví hann hevur valt júst Klaksvík, sigur Gunnar: “Fyri meg handlar tað um, at venda aftur til røturnar - bæði yrkisligt og persónligt. Eg og familjan vildu gjarna hava meira tilknýti til Føroyar, eftir at hava veri búsitandi í Aalborg í 16 ár. Í 2023 keyptu vit húsini Innistova á Viðareiði, haðani kona mín er slektað. Á hendan hátt gerst tað nemt hjá okkum, at ferðast til Føroyar í longri tíðarskeið, bæði fyri at vera saman við familju, men eisini arbeiðsørindir - og so leiga vit húsini út, tá ið vit ikki brúka tey.”

 

Men hvussu er marknaðurin fyri fyritøkuni?

 

“Tann føroyski marknaðurin er sera áhugaverdur, bæði tá ið tað kemur til vinnubyggjarí og bústaðarmarknaðin. Innan búðstaðar byggjarí er í løtuni ein stórur tørvur á prísvinarligum búðstøðum, sum øll hava ráð at búgva í - eisini uttan at tað gongur uppá kompromis við kvalitet og inniklima. Her kunnu vit millum annað veita ráðgeving til, hvussu kann byggjast skjótt, gott og til ein rentablan prís, soleiðis at meira ferð kann koma á búðstaðar-byggingina.

 

Okkara strategi er, at tann føroyska deildin tekur sær av teimum føroysku uppgávunum. So kunnu vit dúga á tey starvsfólkini í Danmark, um neyðugt - og øvugt. Nú er alt vorið so talgilt, at vit eru farin yvir til at brúka meira samskiftistøkni. Kundar og starvsfelagar hava vant seg við, at vit kunnu halda fundir umvegis teldu. Ferðingaraktiviteturin er tí blivin minni. Vit hava til dømis uppgávur í Grønlandi, har vit sita í Klaksvík og í Aalborg, og tað gongur eisini fínt”, leggur Gunnar afturat. Hann heldur fram: ”Eg búgvi í Danmark og havi mín gerandisdag har, men um eitt prosjekt krevur tað, so ferðist eg bæði til Føroyar og til Grønlands, um tað skal vera. Í dag sita vit 2 mans her í Føroyum, og eg síggi fyri mær, at vit innan stutta tíð eisini fáa eina professionella high-end ráðgevingarfyritøku til Klaksvíkar, sum bjóðar upp á tær mest kompleksu og størstu uppgávurnar bæði í Føroyum og uttanlanda. Ambitiónirnar eru, at at hava ein høgan standard og gott fólk. Vit trívast serliga væl í størri, kompliceraum prosjektum, har vit samstarvast við øðrum aktørum, sum eisini krevst á teimum heilt stóru verkætlanum.”

 

Áður hava vit projektera bygningar til medicinalídnaðin. Eitt nú avsluttaðu vit eitt prosjekt fyri Novo Nordisk í fjør, har tey skulu framleiða nálir til diabetispennar. Har vóru vit arkitektar á einum 6.000 m²-prosjekti fyri umleið eina hálva milliard”, sigur hann, og nevnir fleiri dømi: ”Innanfyri fabriksbygningar hava vit stutt síðani eisini fullført eina fabrikk í Skagen, fyri eitt norskt felag, ið nevnist Pelagia; vit hava eisini Royal Greenland sum fastan kunda, har vit veita leypandi ráðgeving. Eisini hava vit uppgávur fyri donsku verjuna, har vit júst hava avsluttað projekteringina av einum kantinubygningi til Station Nord í Norður Grønlandi, sum Arktisk Kommando fer at brúka. Tað var eitt sera spennandi prosjekt, sum verður flogið úr Danmark til Norður Grønlands í Hercules flogførum. So tað eru ofta nakrar heilt serligar uppgávur, sum vit sita við”, sigur Gunnar.

 

At fyritøkan hevur havt so stórar uppgávur ger, at tey hava góð viðmælir at vísa á, og sum prógva, at tey eru før fyri at loysa tílíkar uppgávur á serligum støðum: “Sjálvt um fleiri av okkara uppgávum eru stórar og fakliga avbjóðandi, dámar okkum eisini væl, at tekna meira vanlig prosjektir, so sum íbúðarbyggjarí, sethús og líknandi”.

 

G. JØRGENSEN hevur móttøku á Stangavegi 14 í Klaksvík , leygardagin á Norðoyastevnu, tann 31 mai frá kl. 13:00. Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvi.

 

Teldupostadressan hjá G. JØRGENSEN er gj@gjorgensen.dk, og ein kann eisini koma í samband við fyritøkuna á tlf. +45 26248003 og +298 251603.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jørgin Ellingsgaard 75 ár
Gadus skrivar søgu – alt til matna
Suðuroyar­tunnilin fer neyvan at hava vón…
Koppsetingarvika
KJ hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek i…
Samgongan virðir ikki norð­urøkið
KJ keypt Pomek
Veðhaldi fyri Eystur- og Sandoyar­tunlar…
G. JØRGENSEN letur upp á Stangavegnum
Gandafloytan í Varpinum
Sannleikin um pávadømið
Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagn…
Folk-punk, framtíðarrokk og hitabylgja á…
Norð­oyastevnubrak á Føroya Bjór
Nógv áhugaverd mál á býráðsfundi
Breið semja um at betra umstøður­nar hjá…
Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Miklada…
- Tú hevur tendrað ljós hjá fleiri
Fyrilestur útsettur ein tíma
Norðlýsið á gøtuni