Lýsing
Lýsing
Lýsing

Koppingaranarki !

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi  |  03.03.2021 - 10:07 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er púra óskiljandi, at tað skal bera til hjá fyritøkum, og øðrum at troka seg framum í koppingarkøini. Og enn meira óskiljandi er, at hetta hendir meðan fólk við breki og fólk sum eru sjúk, enn ikki eru koppsett. Nógv av teimum hava ikki so mikið sum frætt eitt orð um nakra koppseting. Tey bíða eftir tørni. Eisini sjúklingar, sum eru uttanlands í sjúkraørindum bíða eftir koppseting, eins og fleiri onnur.

Í eitt samfult ár hevur ljóðað, at okkara strategi er at verja tey veiku. Vit hava verið samd um at sláa verjugarð um okkara veikastu borgarar. Men so mikið veikur var verjugarðurin, at tað uttan himpr bar til hjá fyritøkum, stjórum og øðrum týdningarmiklum persónum at bróta seg gjøgnum garðin, og troka seg framum tey veiku og sjúku í koppingarkøini.

Eg hevði faktisk ikki ímynda mær at tað bar til at gera so. Men hinvegin, tað er onki óvanligt í, at tá ið á stendur so eru tað tey veikastu, sum bera størsta prísin. Tað er tragedian í øllum. Omaná alt hetta kemur, at tey sum eru sjúk, bera brek, og eru í vandabólki hava goldið ein ómetaliga høgan prís. Nógv teirra tola ikki at fáa korona, og hava tí livað meira og minni avbyrgd í eitt heilt ár.

Tað er gjørd ein koppingarætlan. Henni kann man vera samdur í ella ikki. Tað er eisini lýst ein kunngerð um nær ymisku bólkarnar skulu koppsetast. Henni kann man eisini vera ósamdur í ella ikki. Men tað kann aldrin vera loyvt at bróta tær reglur man sjálvur hevur sett. Somu reglur, sum man annars hevur brúkt til at afturvísa t.d. sjúkum fólki við, við áheitan um at bíða eftir tørni.

Tað kann heldur ikki vera rætt, at man skal kunna ringja og spyrja um at sleppa framum í køini. Lat tað so vera, at fólk gera tað. Men at tey, sum sita hinumegin siga ja, og taka nøkur framum. Ja, tá er øll skipanin fyri hóttafalli. Og tá er farið um øll etisk mørk.

Landsstýrismaðurin má í stundini tryggja, at tað verður farið rætt og rættvíst fram, og vera verja hjá okkara veikastu borgarum.

Onki annað kann góðtakast !

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…