Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vælferð samfelagsins trælir

SKRIVAÐ: Kristian Sofus Midjord  |  03.03.2021 - 21:30 Lesarabrøv Politikkur

Sum tað altíð verður nevnt hvussu hetta vælferðar samfelag virkar heilt einastandandi  sum heild.Kom til hugs um undirsjóða tunlar sum eru gjørdir og hvussu rindan fyri teir fer fram.Fyrst skulu vit byrja við gjaldi fyri akfør sum koyra í hesum tunlum.

Akfør ánara hava goldið ovurhonds upphæddir, fyrst gjald á brenni evni saman við meirvirðisgjaldi, síðani skrásetingar gjøld og eisini vekt gjøld øll við meirvirðis gjaldi og eisini toll fyri innflutt akfør vm.


Síðan skulu hesir akfør ánarar gjalda fyri í heila tikið kunna koyra eftir hesum tunlum omaná øll tey fyrr nevndu gjøld, so hetta er ein ógvuliga kostnaðar mikil ferða háttur.

Fyrst skulu hesi sum hava gjørt hesar tunlar fáa ovurhonds upphæddir eftir eitt ávíst áramál og ikki nok við tí, so skulu hesi akfør ánara veita trygd fyri at eitt ávíst tal av akførum koyra hesar tunlar tvs møguliga koyra bert 65% eftir ætlan, eftir situr so akfar ánarin til at rinda 35% umvegis hægri skattir ella meirvirðis gjøld ella onnur nýggj gjøld kært barn har mange navne, sum tað er frálíkt uppsett tað heila.

Ná nú koma vit til ein annan spurning viðvíkjandi arbeiðs styrkini aftan handa tunlarnar, so veit eg við vissu at teir føroysku arbeiðarnir fingu bert ein triðing í løn saman borið við útlendska arbeiðsmegi. Hvussu ber slíkt til at so stórur ójavni er til steðar, í hesum sum sagt áður hetta heilt væl riknað vælferða samfelag.

Og fari eg hervið reisa henda spurning sum vónandi fæst svar uppá, hvussu nógv kemur inn sum avgjøld á brenni evnið samanlagt við mvg,vektgjøld,skrásetingargjøld,og innflutt akfars toll gjøld.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…