Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skal Dúgvan sigla aftur millum Klaksvík og Leirvík?

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  03.03.2021 - 21:32 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Tað var við spenningi, at hugt varð eftir nýggju fráboðanini frá Strandferðsluni, nú stovnurin hevur gjørt eina eftirmeting av farleiðini millum Klaksvík og Tórshavn.

Men við nýggja uppskotinum, sum er sent til hoyringar, má ein milt sagt siga, at norður-eysturøkið í Føroyum er hektað av. Eg vóni ikki, at landsstýrið og kommunan hava givið loyvi til hetta.

Eg fekk nærum “flash-back” til tíðina, áðrenn koyrandi varð um Leirvíksfjørð, og fyrsti tankin var, um Strandferðslan hevði dámt best, um vit bara stóðu í stað, og kanska fingu okkum Dúgvuna aftur at sigla um Leirvíksfjørð heldur enn at brúka verandi undirsjóvartunnilin.

Hvar er langtíðartilrættaleggingin?

Áðrenn Strandferðslan bjóðaði leiðirnar út, gjørdi táverandi veitari hjá Strandferðsluni vart við í Kringvarpinum, at útbjóðingartilfarið átti at bíða, til Eysturoyartunnilin var royndarkoyrdur. Men tíverri vildi eingin lurta.

Fyri borgararnar í norður-eysturøkinum av Føroyum er ferðaætlanin avsporað, og tilrættaleggingin hjá Starndferðsluni og landstýrinum virkar tilvildarlig og trilvandi.

EIN túrur er settur inn um morgunin og EIN eftir vanliga arbeiðstíð. Men hvussu við øllum teimum, sum skulu møta til arbeiðis eitt sindur seinni upp á dagin ella skulu heim á aðrar tíðir av degnum? 

Pulsæðrin fyri farðleiðina eigur at ganga úr Klaksvík til Tórshavn, har aðrar leiðir síðani verða knýttar í. Tí er tað mær eisini óskyljandi, at 7 túrar skulu vera millum Tórshavn og Runavík.

Klaksvíkar kommuna má gera vart við seg og má undir ongum umstøðum góðtaka uppskotið – tað vóni eg heldur ikki, hon longu hevur gjørt.

Vit mugu tryggja okkara borgarum tryggastu og skjótastu farðleiðina, ið samstundis gevur møguleika fyri fleksiblum arbeiðslívi.

Jógvan Skorheim,
býráðslimur í Klaksvíkar kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…
29 konfirmantar játtaðu sín dóp
Hví ikki undirskriva samgonguskjalið á V…
Hvør ræður í Javnaðar­flokki­num?
Páskir: Broyting í innsavningini
Stóra messan hjá Anton Bruckner í Varpin…
Hans Kristian bjóðar av
Tjóðarsemja uttan Tjóðveldi?
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði