Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fríða: Fiskur og skeljadýr á matskránni í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.03.2021 - 07:55 Tíðindi Vinna

Klaksvík er fiskivinnuhøvustaður, men tað er meiri sjálvdan, at møguleiki er at njóta eina fjølbroytta fiskamatskrá, sigur Mimmy Vágsheyg, ið hevur skipað fyri stórum sjálvtøkuborði við øllum góðum úr sjónum.

- Í Klaksvík eiga vit at kunna bjóða góðan fisk og ein lekkran døgurða við øllum tí, ið vit kunnu fáa úr sjónum. Hetta er okkara uppruni, og vit eru errin av at kalla okkum fiskivinnuhøvusstaður, men hóast hetta, so hevur tað verið soltið við matupplivingum úr sjónum.

- Tí valdu vit at royna eitt sjálvtøkuborð í dag frá kl. 12.00 - 14.00, og vón okkara er sjálvandi, at hetta verður væl móttikið, sigur Mimmy, ið eisini vísir á at várið er komið, og vónandi er eitt gott summar fyri framman - við ella uttan ferðafólk.

- Café Fríða vil vera klár tá fleiri ferðafólk eisini fara at vitja oyggjarnar. Tey vilja hava fisk, og tað eiga vit eisini at bjóða teimum meðan tey eru í Klaksvík

Vit hava longu fingið nakrar bíleggingar, men vit hava enn borð eftir. Men nú má man skunda sær, um tað skal eydnast at fáa ein bita, sigur Mimmy Vágsheyg, ið hevur rikið Fríða Kaffihús seinastu 7 árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…