Lýsing
Lýsing
Lýsing

Methøgur solvensur og framgongd í realkreditt og í grundrakstrinum

SKRIVAÐ: Suðuroyar Sparikassi  |  05.03.2021 - 13:10 Tíðindaskriv Vinna

Suðuroyar Sparikassi hevur økt solvensin úr 17,6 % í 2019 upp í 20,1 % í 2020, og samstundis styrkt um grundraksturin, sum var 3,3 mió. kr. í 2020 í mun til 1,6 mió. kr. í 2019. Yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2020 var 0,6 mió. kr. fyri skatt. Hetta hóast 2020 í stóran mun var merkt av hækkandi kapitalkrøvum, COVID-19 og eini regluligari vitjan hjá Fíggjareftirlitinum.

”Vit eru nøgd við 2020, tí hóast COVID-19 og framhaldandi trýst á rentuna, hava vit megnað at havt framgongd á flest øllum økjum og eru sera spent uppá 2021”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Innlánini hækkaðu við 4,1 % - úr 721 mió. kr. upp í 752 mió. kr. Útlánini minkaðu í 2020 við 3,5 % - úr 573 mió. kr. niður í 553 mió. kr. Suðuroyar Sparikassi valdi at tálma útlánini fyri at nøkta komandi kapitalkrøvum (NEP og ískoytiskrøvum til kapital), meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri. Í sama tíðarskeiði eru realkreditlánini økt við 211 %. Um realkredittlánini verða tikin við í samlaðu útlánini, er økingin á útlánsøkinum á 2,9 % í 2020. Í dag eru 12 % av øllum 1. veðrættunum hjá Suðuroyar Sparikassa fíggjaði við realkredittlánum og hetta økist alsamt.

Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 26,7 mió. kr. í 2019 til 27,3 mió. kr. í 2020. Vinningurin av virðisbrøvum var 43 t.kr. samanborið við 136 t.kr. í 2019.

Útreiðslurnar til starvsfólk minkaðu við 4,0 % og umsitingarligu útreiðslurnar hækkaðu við 5,3 %. Samanlagt hækkaðu útreiðslurnar 0,1 mió. kr.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn vóru 3.130 t.kr. samanborið við 1.254 t.kr. í 2019. Suðuroyar Sparikassi hevur selt høvuðsætið í Vági og leigar bygningin aftur frá keyparanum.

Í november 2020 hækkaði Suðuroyar Sparikassi ábyrgdaralánið fyri at bjálva seg til framtíðina. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa var við árslok 2020 20,1 %, meðan harða lógarkravið frá Fíggjareftirlitinum 1. januar 2021 er 10,6 %, og samlaða lógvarkravið (bleytt og hart) er 15,6 %. Í 2025 er – í dag kenda - lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar Sparikassi 18,7 %, og livir Suðuroyar Sparikassi soleiðis í 2020 upp til lógarkravið fyri solvensin í 2025. Afturat hesum kemur eitt ætlað fríholt á 3,9 % stig, soleiðis at solvensmálið hjá Suðuroyar Sparikassa í 2025 er 24,0%. Hesum máli metir Suðuroyar Sparikassi seg at røkka við vanliga raksturinum.

Aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa verður 22. mars 2021. Gudfinn Olsen og Hanna Nielsen hava valt ikki at stilla uppaftur eftir ávikavist 18 og 7 ár í nevndini. Nevndin í Suðuroyar Sparikassa takkar Honnu og Gudfinni fyri teirra megnar arbeiði hesi árini. Nevndin mælir til at velja Helgu á Borg. Suðuroyargrunnurin hevur avgjørt at tilnevna Dennis Holm sum nevndarlim fyri Honnu Nielsen.

COVID-19 hevur tíbetur ikki havt stóra ávirkan á okkara kundar, men Suðuroyar Sparikassi hevur sum fyrivarni lagt upp fyri eini møguligari langtíðar avleiðing, við at fremja eina niðurskriving, sum ávirkaði raksturin fyri 2020.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2021 verður positivt við á leið 2,4 - 2,9 mió. áðrenn skatt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ