Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

25 grundstykkir í Norðragøtu til sølu mánadagin

SKRIVAÐ: eystur.fo  |  06.03.2021 - 07:54 Tíðindaskriv

Mánadagin 8. mars kl. 12.00 verða nýggju grundstykkini við Myllá í Norðragøtu sett til sølu her á heimasíðuni undir Grundstykkir. Talan er um 25 av teimum 27 grundstykkjunum, sum nú eru klár at bjóða út.

Tá gamli bíðilistin eftir grundstykkjum varð avtikin í fjør stóðu 6 á bíðilista eftir grundstykki í Norðragøtu. Útstykkingin við Myllá var tá í gerð, og býráðið samtykti tí, at hesi skuldu fáa møguleika at velja eitt grundstykki tá útstykkingin varð liðug, áðrenn bíðilistin varð endaliga avtikin. Av hesum hava tvey tikið av, og restin av grundstykkjunum verða nú sett til sølu.

Kostnaðurin fyri grundstykkini verður 150 kr. pr m2. Harafturat verður eitt íbindingargjald á kr. 20.000 kr kravt til íbinding í felags reinsiverk.

Innan byggiloyvi verður givið, skal ein gjalda 15.000 kr í depositum fyri møguligar skaðar á kommunala ogn. Um eingin skaði er í byggitíðini, verður upphæddin goldin grundstykkjaánaranum aftur.

 

Mannagongd viðv. keyp av grundstykki

Grundstykkini verða sett til sølu undir Grundstykkir her á heimasíðuni. Til ber at hyggja inn á eitt grundstykki fyri at síggja meira info, men tá tú trýstir á ‘Søk um grundstykki’ verður tað avlagt í 30 minuttir, meðan tú fyllir umsóknina út. Hetta er fyri at forða fyri, at fleiri ikki sleppa inn at søkja um sama grundstykki samstundis. T.v.s. fyrsti persónur, ið trýstir á ‘Søk um grundstykki’, fær grundstykki avlagt inntil umsóknin er liðug útfylt, og onnur sleppa ikki inn at hyggja eftir grundstykkinum.

Tá umsóknin er útfylt og send inn, so stendur grundstykkið sum umbiðið. Um umsóknin á heimasíðuni ikki er fylt út og send innan 30 minuttir, verður grundstykkir leyst aftur til onnur at søkja.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing