Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsfundurin hjá Miðflokkinum verður fríggjadagin 12. mars

SKRIVAÐ: Miðflokkurin  |  07.03.2021 - 18:56 Merkisdagar & Kunngerðir Politikkur

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður fríggjadagin 12. mars í skúlanum á Fossanesi, heimavøllinum hjá Steffani Klein Poulsen. Vegna korona var eingin landsfundur í 2020, men nú eru umstøðurnar broyttar so mikið, at miðflokkafólk úr øllum landinum nú í 2021 kunnu savnast grækarismessudag í skúlanum á Fossanesi. 

Landsfundirnir hjá Miðflokkinum hava altíð verið góðir og gevandi, merktir av góðum sangi, andakt og lívligum politiskum orðaskifti! Harafturat verða framløgur frá landsstýrismanninum í Mentanar- og Uttanríkismálum, Jenisi av Rana, og frá tingmonnunum Bill Justinussen og Steffani Klein Poulsen. 

Sum altíð verður borðreitt við góðum mati, og hesa ferð verður einki undantak. Kl. 16 verður suppa at fáa. Kl. 17.00 byrjar so landsfundurin og heldur á til uml. kl. 20.30. Eftir fundin verður borðreitt við døgurða. Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi síggja vit nógvar miðflokkavinir henda dagin. 

Landsfundurin verður skipaður eftir almennu korona tilmælunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag