Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jenis á Rana, landsstýrismaður í miðlamálum tóktist sintur á røðarapallinum eftir at bæði samgongu- og andstøðulimir høvdu funnist at hansara miðlastuðulsuppskoti | Mynd: Jóhann Lützen

Miðlastuðulin: Ein vánalig skipan versnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2021 - 23:01 Leiðarin Mentan Politikkur

Vánaligu royndirnar við metingarnevnd til menningarkvotur átti at havt lært ta yvirfyri fiskivinnunýskipanini annars so kritisku ABH-samgonguna, at tað ikki er eitt gott hugskot, at privata vinnan skal vigast av eini nevnd ella av politisku skipanini. Tá gerst tað ein vakurleikakapping, ið snýr seg um at skriva ta mest tølandi umsóknina, ikki um dugnaskap. Kortini ætlar samgongan sær í holt við júst tað, og harvið gerst tann frammanundan minni góða skipanin við miðlastuðuli ein beinleiðis vánalig skipan.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at Norðlýsið als ikki heldur miðlastuðul vera eitt gott hugskot í heila tikið. At vit kortini hava følt okkum noydd at søkt, skyldast, at tað annars hevði verið kappingaravlagandi fyri okkum, at allir aðrir privatir fjølmiðlar fingu stuðul. Best hevði verið, at miðlarnir ikki fingu landskassastudning, men tað má vera eins fyri øll, annars er tað týðiligt, at teir, sum móttaka landskassastudning útkonkurrera teir, sum ikki gera.

So skipanin við miðlastuðli hevur avgjørt síni lýtir, men tað sum liggur í kortunum nú við verkætlanarstuðuli, er alt annað enn frægari. Øll, sum hava innlit í miðlaheimin vita, at fyri okkum snýr tað seg fyrst og fremst um aktualitet. Tíðindini skulu skrivast her og nú, helst meðan tey henda. Okkara blaðfólk eru fult upptikin av hesum, og skal onkur fáast við eina longri verkætlan, mugu fólk setast av til tað.

Eitt annað er tann vantandi tryggleikin fyri, at pengarnir koma. Sum útjaðarafjølmiðil í Norðoyggjum eru vit als ikki álvulig við at skula senda eina umsókn til eina metingarnevnd í Tórshavn, har áskoðanirnar á sentralisering og útjaðaramenning eru nakrar heilt aðrar enn tær her í økinum, og har áhugamálini hjá okkum og teirri sentralu metingarnevndini kunnu vera beinleiðis mótstríðandi. Vit kunnu sostatt ikki vera vís í at fáa nakran miðlastuðul, sama hvussu góð umsóknin er.

Sostatt taka vit sum miðil ein rættiliga stóran váða á okkum, um vit seta eitt ella fleiri fólk til verkætlanir. Tey skulu sjálvandi hava trygd fyri at fáa løn, og ta trygdina kunnu vit ikki veita, fyrrenn umsóknin er endaliga viðgjørd. Miðilin kann tískil standa eftir við svartaperi, tí hann hevur umbiðið fólk til eina verkætlan, sum ikki fær miðlastuðul, men sum má gjaldast kortini. 

Í gomlu skipanini visti man í øllum førum, um man var keyptur ella seldur, tí livdi ein upp til nakrar treytir, fekk ein miðlastuðul. Nýggja og broytta skipanin er í so máta eitt afturstig í mun til núverandi.

Eisini tá tað kemur til journalistiska integritetin er verkætlanarstuðulin eitt afturstig. Tí við honum gerst metingarnevndin í roynd og veru ein redaktión við formanninum sum chefredaktøri. Fjølmiðlarnir senda bara uppskot inn, sum nevndin velur og vrakar ímillum eftir einum setti av standardiseraðum kriterium, og harvið gerast fjølmiðlarnir ein alsamt meira homogen eind. Tí allar umsóknir verða sjálvandi skrivaðar við støði í, hvat man roknar við, at metingarnevndin vil hoyra.

Ráðini hiðani skulu tí vera at sleppa ætlanunum um verkætlanarstuðul og heldur betra galdandi skipan. Upphæddirnar eiga at gerast størri, so tær muna, og í øllum førum at vera nóg stórar til at kunna seta í minsta lagi ein journalist í starv. Tá høvdu vit í minsta lagi sæð eina ávísa menning av journalistiska umhvørvinum í Føroyum.

Og vælsignaðu politikarar! So hvørt vit hava fingið miðlastuðul, eru postgjøldini bara hækkað – og tað nógv. Verður stuðulin nú trektur undan okkum og broyttur til ein verkætlanarstuðul, sum vit antin ikki fáa ella skulu brúka til verkætlanina, so standa vit blaðmiðlar eftir við eini stórari eykarokning fyri postgjøld uttan fíggjarvánirnar at gjalda hana.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap