Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrið fer at stuðla sperdum virksemi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.03.2021 - 14:12 Ítrottur Mentan Politikkur Vinna

Landsstýrið vil stuðla ferðavinnuni, ítróttinum og mentanini, soleiðis at hetta virksemið kann fóta sær aftur, nú samfelagið væntandi letur upp.

“Góða smittugongdin og koppsetingin gevur okkum eina vón um, at vit kunnu lata upp rímiliga skjótt, men ávíst virksemi hevur tað kortini sera torført í løtuni.,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið arbeiðir við at leingja hjálparpakka 3, sum merkir, at fyritøkur og felagsskapir millum annað kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur.

“Hetta er seinasti teinurin. Tí er tað rætt at veita ein fíggjarligan styrk til virksemi og vinnur, sum hava verið ávirkaðar av teimum tiltøkum, ið landsstýrið hevur set í verk hetta seinasta árið,” sigur løgmaður.

Í løtuni fyrireikar landsstýrið uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Í hesum sambandi verður eisini hugt at, hvussu leingi hjálparpakkin skal verða í gildi. Longdin á hjálparpakkanum veldst um, hvussu tað fer at ganga við smittuni næstu tíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…