Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan tapti í Vági

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.04.2021 - 18:32 Ítrottur Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag veriði suðuri í Vági og leikt aðru hálvfinaluna í endaspælinum í niðara bólki í móti VB

Eftir greiðan 31-20 sigur á heimavølli í fyrstu hálvfinaluni, hevði Stjørnan eitt gott úgangsstøði undan dystinum í dag, men VB vildi tað ørvísi. Tað gekk javnt á fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men so kom stígur í hjá Stjørnuni, serliga var tað verjuparturin sum ikki riggaði. Hálvleiksstøðan gjørdist 18-11 til VB.

Í seinna hálvleiki riggaði verjuparturin betur hjá Stjørnuni, og fingu tær støðugt minkað um leiðsluna hjá VB. Munurin minkaði heilt niður á tvey mál, men nærri kom Stjørnan ikki. Ikki tí, møguleikarnir til at taka leiðsluna vóru fleiri, men Stjørnan tók ikki av, við m.a. tveimum  misnýttum brotskøstum og misnýttir upplagdum málmøguleikum. Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til VB uppá 27-24. Sostatt skal ein triðja hálvfinala leikast. Eftir skránni skal hon leikast í Vági komandi hóskvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið