Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj greining metir um kostnað av grønu umstillingini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2021 - 11:35 Politikkur Tíðindi Vinna

Ein fesk greining gevur eina meting av, hvat tað fer at kosta at leggja um í sambandi við veðurlagsbroytingarnar. Prísurin er høgur, men fer at falla við árunum, sigur greiningin, ið Århus Universitet hevur gjørt.

Danska fiskivinnan letur út umleið 275.000 tons av CO2 um árið, ið svarar til 0,7% av útlátunum hjá øllum londum. Av hesum tekna fiskifør omanfyri 24 metrar seg fyri 75 prosentum. Greiningin vísir, at tað er tekniskt gjørligt at minka útlátið næstan niður á null, men at leggja um til elorku er bara ein lítil partur av loysnini.

Fíggjarliga er onki at vinna við at umstilla fiskivinnnuna til null-útlát. Tvørturímóti fer tað at kosta bæði vinnuni og samfelagnum fíggjarliga. Kostnaðirnir av at umleggja verða í dag mettir til at vera millum 2.200 og 2.600 krónur pr. tons av CO2 í teimum 5 bólkunum, ið eru kannaðir.

Mettu kostnaðirnir falla til umleið 1.200 kr. pr. tons av CO2 í 2030. Hetta er ikki dýrari enn umstilling á øðrum økjum. Klimaráðið metir, at tað er ósannlíkt, at minkingarkostnaðirnir tvørtur um vinnugreinar kunnu haldast undir 1.000-1.500 kr. pr. tons av CO2 fyri øll nýggj tiltøk, um málið, ið er 70%, skal røkkast. Harumframt eru samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av fiskivinnuni minni enn tað, greiningin kemur fram til, eftirsum at greiningin ikki mótroknar samfelagsliga vinningin av minni útláti av partiklum, SOX og NOX.

Greiningin er gjørd á Århus Universitet vegna Sjóferðslustýrið (Søfartsstyrelsen). Greiningin skal gera tað lættari at meta um veðurlagsábøtur innanfyri fiskivinnuna.

 

Kelda: https://www.soefartsstyrelsen.dk/publikationer-og-vejledninger/publikationer/analyse-af-co2-emissioner-og-oekonomi-ved-groen-omstilling-af-fiskefartoejer

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…