Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur góð tilboð til seinheilaskadd. | Mynd: ks.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús: Har er vón hóast seinheilaskaða

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.04.2021 - 17:35 Tíðindi

Í Kringvarpi Føroya hóskvøldið 8. apríl var í sendingini “Meira enn bara vera til” ein áhugaverd og rørandi persónssøga um ein sjúkling við seinheilaskaða. Í Sosialinum 31. mars (blaði nr. 17) er ein onnur søga við yvirskriftini “Jensa stríddi seg aftur til lívið”, um eina kvinnu í bleiv seinheilaskadd í 2015. Sjúkutilgongdirnar líkjast ikki sørt, men ávísur munur var á, hvussu sjúklingarnir vórðu loftaðir eftir komu til Føroya.

Norðlýsið hevur verið í sambandi við Klaksvíkar Sjúkrahús, ið sigur, at árliga eru tað 1-2 sjúklingar, ið hava tørv á slíkum tilboði, umframt at umleið 130 apoplexisjúklingar eisini fáa viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur síðani 2015 tikið sær av rehabilitering av sjúklingum við seinheilaskaða, sum koma heim úr Danmark eftir at hava ligið á einum høgt specialiseraðum sjúkrahúsi har. Seinheilaskaði kemur av eitt nú eini bløðing í heilanum orsakað av trauma ella øðrum. Í 2020 fekk Klaksvíkar Sjúkrahús ment tilboðið við neurologum, sum javnan koma á Klaksvíkar Sjúkrahús, umframt at ein samstarvsavtala varð fingin í lag við Vejlefjord Rehabilitering.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast tey um, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, raðfestir hetta økið, og hann hevur eftir øllum at døma rehabilitering sum sítt hjartamál. Frá honum fekst til vega ein “málrættað játtan”, sum tey orða seg, og sum gjørdi hetta møguligt.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nógvar sólskinssøgur at vísa á, har seinheilaskadd eru loftað og endurment, allar eftir 2015. Eisini verður sagt, at endurvenjingartoyminum dámar sera væl at veita sjúklingum við seinheilaskaða viðgerð og endurvenjing, tí tað gevur arbeiðinum innihald at hjálpa sjúklingum aftur til lívið.

Tilgongdin í Føroyum í mun til seinheilaskaða er, at sjúklingurin er innlagdur á seingjardeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi í 3 mðr., og kann henda tíðin variera nakað, alt eftir hvussu gongur hjá sjúklinginum. Aftaná innleggingina er ein ambulant tilgongd upp á 3 mánaðir. Um sjúklingurin er undir 67 ár, er tað Almannaverkið, sum tekur yvir, og er sjúklingurin yvir 67 ár, eru tað kommunurnar, sum taka yvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági