Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sigur seg ikki vilja luttaka í samrøðum við Jan Lamhauge aftur, eftir at hann ikki kendi seg aftur í sendingini "Teir Ómettiligu" í Kringvarpinum. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Kringvarpið øst føroyingar upp í skúm – men hví?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.04.2021 - 23:06 Tíðindi Vinna

Í drúgvum lesarabrævi ella tíðindaskrivi, sum er sent øllum fjølmiðlum, greiðir Anfinn Olsen, stjóri og eigari av Framherja, frá, hvussu fyritøkan hevur útvegað sær skip við at gera nýtslu av kontaktunum hjá íslendska Samherja. Samstundis bjóðar hann myndugleikunum at seta seg í samband við seg fyri at fáa skjalprógv fyri hesum transaktiónum.

Alt gott um at vilja fáa sannleikan fram, men soleiðis sum Anfinn Olsen lýsir støðuna, hevur Kringvarpið verið óreiðiligt mótvegis Framherja í málinum. Sambært lesarabrævinum hevur Barbara Holm í Kringvarpinum avtalað ein fund við stjóran 3. mars, men hevur tikið Jan Lamhauge við á fundin (hví?). Fundurin verður kortini hildin, og stjórin gongur við til at gera eina samrøðu, um hann fær spurningarnar áðrenn.

Anfinn Olsen fær spurningarnar, fyrireikar seg uppá teir, og hevur so samrøðu við Jan Lamhauge tann 5. mars. Men nú hevur Jan Lamhauge brádliga eitt eyka skjal við sær, sum Anfinn Olsen ikki fekk sendandi, og tá Anfinn so kortini svarar, svarar hann av misgáum skeivt, júst tí at hann ikki hevur havt møguleika til at fyrireika seg til tann spurningin. Harumframt letur Jan Lamhauge myndatólini blíva við at taka upp, eftir at samrøðan er liðug, og spurningurin er, um tað er etiskt rætt at gera so.

Mangt bendir á, at Kringvarpið hevur eina sannføring í málinum, og er ikki einans áhugað í at framleggja fakta. Íslendska felagið Samherji, ið eigur 24% av Framherja, er uppíblandað eitt mál um óreglusemi í Namibia, og eftir øllum at døma er tað nóg mikið til, at Kringvarpið setir føroysku fyritøkuna undir luppin og krevur hana kannaða av Taks. At síggja til manglar bara, at Kringvarpið beinleiðis útpeikar Framherja sum samsekan í tí, sum Samherji møguliga hevur gjørt. Journalisturin hjá Kringvarpinum fer við Anfinni Olsen, sum var hann eitt mótvilligt vitni, sum má kroystast fyri upplýsingar og taka støðu til ókend skjøl her og nú, eftir at samrøðan er av.

Anfinn Olsen sigur tað hava verið tyngjandi fyri seg, familjuna og Framherja, at søgan er borin fram uppá hendan mátan, og tað er væl skiljandi. Tí bert fáar minuttir eftir “Teir Ómettiligu” vóru politikarar úr bæði andstøðu og samgongu frammi í fjølmiðlunum og sosialu miðlunum og kravdu útlendskan ognarskap út úr ikki bert Framherja, men úr allari teirri føroysku fiskivinnuni, sum skjótast.

Hetta setir sjálvandi fyritøkuna Framherja í eitt sera vánaligt ljós, tí um teir politikararnir fáa sín vilja, so fær Framherji skuldina fyri, at útlendskur ognarskapur verður blakaður úr øðrum føroyskum fyritøkum eisini áðrenn 2032 – nakað sum kann vera til stóran skaða fyri tær fyritøkurnar.

Kringvarp Føroya kann sjálvandi ikki lastast fyri, at nakrir politikarar vilja revsa Framherja við at framskunda útihýsingini av útlendska ognarlutinum, áðrenn tað í heila tikið er staðfest, um fyritøkan hevur gjørt nakað skeivt. Men Kringvarpið kann lastast fyri at hava øst eina rúgvu av fólkum, eisini politikarum, upp í skúm og skapt illvilja ímóti Framherja, áðrenn tað í heila tikið er staðfest, um fyritøkan hevur gjørt nakað skeivt.

Sjálvandi skal Framherji tola at verða eftirgingin í seymunum, og tað arbeiðið er Taks í gongd við, skilst. Men tá Anfinn Olsen vísir KvF virðing við at stilla upp til eitt interview, eigur virðingin eisini at ganga hin vegin. Og tað ger hon ikki, tá óavtalað skjøl verða langað á borðið ella myndatólið framvegis snurrar, eftir at tann interviewaði heldur, at samrøðan er av.

Í einum rættarsamfelagi er ein ósekur, til tað øvuta er prógvað. Og skal eisini viðfarast soleiðis. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund