Lýsing
Lýsing
Lýsing

VIRUS VIRUS á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  13.04.2021 - 10:23 Mentan Tíðindi

Nú mugu tit ikki gerast ov kløkk, tí her er ikki talan um vanligt virus, sum vit hesar dagar hoyra so nógv um. Hetta er eitt virus, sum er so nógva ferðir meira spennandi enn tað vanliga. Hetta er nevniliga ein sangleikur.

Í løtuni venja næmingar og lærarar sangleikin VIRUS VIRUS, har alt byrjar heima við hús hjá teimum í 9. flokki. Nú eru skúlabørnini troytt av korona og netundirvísing. Tey gleða seg aftur at koma í skúla og at vera saman við floksfeløgunum. Ein tónleikabólkur verður stovnaður, kærleiki er í luftini og fyrireikað verður til floksveitslu. Vit hoyra um poppstjørnuna Lala, sniðgevan Tótu, ein dansibólk og aðrir leikarar eru eisini við.

Longu hesa vikuni fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, tá ið spælt verður fyri skúlanum og fyri innbodnum. Almennar sýningar verða helst eisini á skránni, so fylg við á heimasíðuni á Skúlatrøð.

Spennandi og mennandi fyri næmingar og skúla sum heild - og vit hoyrast! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur