Lýsing
Lýsing
Lýsing

DUEL vann DM í íverksetan fyri skúlaungdóm

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.04.2021 - 18:56 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Í dag var Íverksetarahúsið, í Klaksvík, karmur um Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri fólkaskúlanæmingar. Endin var at føroyski bólkurin ”DUEL – North Atlantic Skincare” sum er mannaður av Duritu Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X vann Danmarksmeistaraheitið, frammanfyri 20 onnur lið úr øllum Danmark, eitt lið var eisini við úr Grønlandi.

DUEL vóru, saman við flokkinum og læraranum boðin til Íverksetrahúsið, har nógv bleiv gjørt burturúr finaluni. Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men vegna koronasmittuna var kappingin netborin, og sostatt bleiv framløgan hjá DUEL stroymd úr í Íverksetarahúsinum.

DUEL – North Atlantic Skincare, sum hevur framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum, bergtóku av álvara donsku dómsnevndina. Sum grundgeving fyri fyrsta plassinum, legði dómsnevndin millum annað dent á, at DUEL hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Harumframt hevði DUEL gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir almikið. Umframt heiðurin og at kunna kalla seg Danmarksmeistarar í Íverksetan, vann DUEL eina virðisløn uppá 10.000 kr.

Tað er Fonden for Entreprenørskab sum skipar fyri Danmarkarmeistaraskapinum í íverksetan, og er hetta bert næstu ferð at næmingar úr Føroyum luttaka. Tað er at fegnast um, at arbeiðið við at skapa eina íverksetaramentan millum skúlaungdóm í Føroyum ber ávøkst.

Íverksetarhúsið ynskir DUEL hjartaliga til lukku við Danmarkarmeistaraskapinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini