Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndir av laksalús frá “image-based methods” | Mynd: Fiskaaling

At finna nál í sátu: Nýggj grein um eyðmerking av laksalús

SKRIVAÐ: Fiskaaling  |  16.04.2021 - 08:16 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Gransking: Í nýggjari vísindagrein verða ymiskir kanningarhættir samanbornir at meta um tal av laksalýs í sýnum. Granskarar á Fiskaaling eru viðhøvundar á greinini, sum er kunngjørd í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases.

Í greinini verður ein samanbering lýst av ymiskum háttum at kvantifisera laksalús í planktonsýnum. Verkætlanarleiðarin sendi planktonsýni við ávísum tali av laksalýs í, ókent fyri móttakaran, til ymiskar starvsstovur í Noregi, Skotlandi og Føroyum. Hesar starvsstovur brúktu síðani hvør sín kanningarhátt at meta um talið av laksalýs í sýnunum.

Úrslitini vístu, at allir kanningarhættir hava ávísar fyrimunir og vansar, sum eisini eru lýstar í greinini. Fiskaaling gjørdi kanning við qPCR, og tað vísti seg at vera rættuliga “density dependent”. Tað merkir, at um nógv plankton var í sýnunum, vóru úrslitini góð, meðan úrslitini vóru minni góð, tá lítið plankton var í saman við laksalýsnum.

Aðrir royndir kanningarhættir vóru ljósmikroskop, fluorescence mikroskop, flow-cam, ddPCR og fPCR. Einans ddPCR kundi sammetast við ljós mikroskopi.

Samantha Bui frá Havrannsóknarstovuni í Noregi stóð fyri verkætlanini. Gunnvør á Norði og Ása Jacobsen, granskarar á Fiskaaling, luttóku í kanningararbeiðinum.

Enska heitið á greinini er «Finding the needle in the haystack: Comparison of methods for salmon louse enumeration in plankton samples.»

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC