Lýsing
Lýsing
Mynd: Sprotin

Tummas Lenvig farin

SKRIVAÐ: Poulina Slættanes  |  25.04.2021 - 04:37 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

At fara út í Grøv í føðingardag hjá Súsonnu í okkara flokki longsta dag, ja, tað var nakað serligt. Malan borðreiddi við tí, vit ynsktu okkum, og uttanfyri stóð alt í fagrasta summarblóma.  Í stovuni  varð sagt frá søgum, sagnum og ævintýrum.  

Og tað var Tummas, lærarin og pápi Súsonnu, sum gekk um gólvið og fortaldi. Vit sótu sum á glóðum, tí hetta var øðrvísi enn tað, sum stóð í søgubókunum. Tummas livdi seg inn í tað, sum hann segði frá og dugdi hendinga væl at fáa okkum at fata tað forna og farna.   Tað var sum um, at hann var lítið eldri enn vit. Tað var tað serliga við Tummasi – at hann var har, vit vóru og dugdi so væl at taka okkum.

Tá bar ikki til at ferðast millum bygdir, sum tað ger nú. Men kortini kendu vit hvørja bygd og  hvønn tanga. Innlæringin var so nógv øðrvísi og kanska meiningsfullari,  alt var í størri fjarstøðu, enn tað er nú.  Hóast vit ikki høvdu verið í ella koyrt fram við nógvu bygdunum,  ja, so dugdu vit raðið hvørja bygd á føroyakortinum, ið hekk í skúlastovuni og var skermurin til alt, ið rørdi seg uttan um okkum.  Á 100 ára degnum hjá Norðdepils bygd tók Tummas Lenvig okkum við Pride til hátíðarhaldið, har hann hevði verið lærari í seks ár. Hann var tjóðskaparmaður og legði okkum eina við at vera góð við okkara oyggjar og fólk. Minnist, tá hann nevndi,   at Trøllhøvdi líktist einum stivla, og hvar bygdin Fuglafjørður var, sum á kortinum minti um eitt fuglahøvd.

Tummas var so ruddiliga útoyggjamaður, mamman úr Nólsoy og pápin úr Hesti. Ungur fer hann til Havnar, har hann fekk prelimenerprógv. Hetta er í 1940.  Beint aftaná  gekk leiðin til Íslands at arbeiða. Tvey ár seinni er hann næmingur á Læraraskúlanum  í Havn og fær prógv í 1946. Hann verður tá lærari vesturi í Bø og Gásadali. Eftir tað tekur hann við starvi í skúlanum í Norðdepli, har hann er, til  hann fer til Klaksvíkar. Øll síni virknu arbeiðsár er hann  lærari í skúlanum har og kvøldskúlanum við. Hann  giftist við Maluni, dóttir Símun Petur Zachariassen í 1949. Tey fingu tvær døtur, Súsonnu og Mildrid og búsettust úti í Grøv.

Tummas hevði   serligan tokka til  føroyingasøgu. Vit skúlabørn minnast serliga væl søgnina  um bóndadóttrina Ásu, sum norðuri á Hestsboða í Hesti situr og bíðar eftir Magnusi, ið svimur um Koltursund, tá sjóvarfallið er til vildar. Tey mugu hittast í loyndum. Í sjónleikinum hjá Effersøe er orkan betri enn í søgnini – Magnus megnar at vinna á forðingunum. Men Tummas segði nokk so syrgin, at so væl endaði kærleikssøgan neyvan. Nakað annað er, at í leikinum spældi Tummas bóndan í Hesti, sum við brýndari øks hóttir koltursdreingin Magnus. Ein stórsligin og dramatisk søgugongd við litríkum palli, sum Sigmund Petersen listarmaður málaði. Leikin spældi Klaksvíkar Sjónleikarfelag í 1967. Tummas leikti meistarliga væl bóndan Eyðun, ið eftir boðum frá móður síni skuldi burturvísa Magnusi. Øll, sum hugdu, minnast hvussu sannførandi Tummas Lenvig var í sínum leikparti.  

Tímarnir í landalæru og søgu hildu bara fram: Kongsdótturin í Nólsoy, Rinkusteinarnir í Oyndarfirði,  Floksmenninir í Fugloy, Eiriksboði á Sørvágsfirði, Kópakonan í Mikladali, Ormur bóndi á Skála osfr.  Alt stendur so raðið og rimmarfast so mong ár aftaná. Tummas var ein øðrvísi lærari, ikki ein, vit kenna aftur  í tí dagførda gerandisdegnum, nú alt er so talgilt.

Tummas Lenvig tók exam. art prógv í norðurlendskum máli og bókmentum og nakað aftaná cand.phil. Ábyrgdarblaðstjóri var hann á Tingakrossi í trý ár. Hann gav út saman við verpápanum S.P. Zachariassen savnið Ein yrkjari á útoyggj. Fyri Norðoya Sparikassa skrivaði hann minningarritið Norðoya Sparikassi 75 ár. Í 1995 gav Tummas Lenvig út ritgerðina: Fyrsta føroyska skaldsøgan um evni og hugsjónir í Bábelstorninum hjá Regin í Líð. Tummas las og skrivaði nógv, og lítil ivi er um, at nógv liggur eftir hann í goymslunum av ritgerðum.

Í 2013 helt Tummas Lenvig stásiligan 90 ára føðingardag í Klaksvík.  Dagin tosaði hann um leingi aftaná. Skyldfólk kring landið møttu mannsterk, og var tað hugaligt undir borðhaldinum at hoyra røður um dámliga læraran og hestmannin úti í Grøv, ið hevði níti ár á baki.

Ein sera virkin maður, ið gjørdist elligamal. Tummas Lenvig var ein býarmynd í Klaksvík heilt upp til ellisár. Hann súkklaði teinin úr Grøv heim í býin og útaftur. Tað, hann hevði við sær heimaftur, fatlaði hann uppá súkkluna.   Góðsligan og fryntligan minnast vit hann, nú hann er farin.   

 

 

 

 

  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Søga 4 - video
166 børn- og ung á bíðilista til Barna-…
7 ferðamál beinleiðis í summar
Kom og royn stóra útitalvið niðri í Vági
Gongutúrur fyri kvinnur, sum hava ella h…
Málið um óljóð frá skipum verður nú loys…
Vit minnast tónleikin
Waag spílar seg út
Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimm…
KÍ liggur til at taka málmetið frá HB
Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra há…
Norðlýsið á gøtuni
Sildavørur við bátabrúgvar­nar leygardagi…
Kristiliga Sangkórið á Norðskála og í Mj…
Vágatunnilin og Norðoya­tunnilin dagførdi…
Kunningarfundur um ADHD
Glaðir áskoðarar við Áir fyri løtu síðan…
KÍ vann 9-0 á Dungasandi í dag
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Atlantic Fair aftur á skrá í 2022