Við Líðhamri - Fuglur á fiskileið
Tað var ein gevandi uppliving at vera saman við manningini á Líðhamri norðanfyri í vikuni sum fór. Tó eg bert var "turistur", so fekk eg ein sera góðan túr. Nógvur fuglur var rundan um skipið. Fuglurin bleiv leskaður við tí, sum kruvt var yvir borð.
Enn hevur vinnan og politikararnir ikki megnað at givið útróðrinum løn fyri at "føra alt til lands", sum politikarar og slipsafólkið hevur mjarra um nú skjótt í ein mansaldur. Minnist at KVF helt seg hava funnið eitt satt agn at troyta, tá onkur sendið teimum eitt filmsbrot um slógv, ið fór á sjógvin av Nærabergi.
Tá tað ikki ber til at gjalda fyri "alt til lands", so fer invølur og avfall frá kryvjingini valla betur enn til fuglameingið, ið ríkar okkara oyggjar. Fer okkurt eisini til botns, so er tað krabbum og øðrum sum har livir væl unnt. Valla fara innvølirnir hentari enn aftur til náttúruna.
Niðanfyri myndir av fuglum, ið fylgdu okkum tá vit drógu línuna: