Við Líðhamri - vit draga
Sum sagt, so gekk væl at seta. Nú vit hava slept endaboyuni, eru vit tætt hjá fyrstu boyuni vit sleptu og gera klárt at fara undir at draga. Peter Juul er niðri í maskinrúminum og koblar línuspælið til í meðan Dijon riggar til á dekkinum.
Tað er ótrúligt, sum arbeiðið gongur væl. Eg legði til merkis tá vit settu, at sera lítið var tosað. Hvør maður visti hvat gerast skuldi, teir fóru bara hvør til sítt. Orð vóru næstan ikki neyðug.
Eg undraðist á skiparan, tí hann hevði faktiskt ongan svøvn fingið síðani seinasta túrin, bert um hávan annan tíma. Men nú vit fóru at draga, tók hann sær ein lúr. Í koyggjuna fór hann ikki. Nei, hann reiddi sær eitt ból á brúnni. Hinir báðir, Peter Juul og Dijon tóku sær tí av at stýra upp, draga og kryvja.
Gongur alt væl, so fær skiparin ein fittan lúr. Tað tekur nevniliga einar 10 tímar at draga línuna um alt gongur sum tað skal. Hvussu leingið skiparin soleiðis svar á brúgvadúrkinum veit eg ikki, men áðrenn eg visti, var hann uppi aftur og hjálpti til at kryvja.
Stórur partur er hýsa, sum er á línuni, men nakað av toski, eisini nakrir fáir alvorliga stórir toskar, síðani brosma og longa, nakrar fáar havtaskur og so nakað av hvítingi.
Tá Peter Joleiv tosaði við onkran av hinum bátunum ímeðan vit settu, hoyrdi eg teir tosa um, at lítið var av hvítingi at fáa. Nú hýsan er í minking, hevði verið gott um hvítingurin hevði komið í staðin, tí toskurin letur framvegis bíða eftir sær.
Sum sagt, so eru teir báðir Peter Juul og Dijon einsmalir á dekkinum fyrra partin av dragingini. Annar stendur við rulluna og gággar fiskin inn, tekur eisini langhakan, um okkurt dettur av línuni, ímeðan hin kryvir og ordnar stampaskiftið. Teir skifta um pláss við hvønn 10 stampin haldi eg.
Soleiðis gongur til skiparin kemur upp, tá luttekur eisini hann í skiftinum við dragingini. Tað ber til at allir eru á dekkinum, tí manøvreringsamboðini til róðrið og maskinuna eru har frammi við spælið, so neyðugt er ikki at nakar er á brúnni. Tó verður eitt vakið eygað hildið frameftir.
Tá klokkan nærkast 15.45 eru vit lidnir at draga, seinasta boyan verður tikin inn, rigga verður av á dekkinum og skiparin sigur, at nú fer hann at kóka okkum ræst kjøt, sum eg hevði við til okkum allar.
Peter Joleiv, skiparin heldur at vit hava eini 7.500 pund hendan túrin, 1.400 pund av toski, 3.400 pund av hýsu og restin er longa, brosma og annar fiskur.
Í meðan vit sigla inn verður skaffað og tá klokkan er 19.15 eru vit á Klaksvík nú skal manningin vera við til at landa fiskin. Eg fekk eitt gott kók við mær til hús. Skiparin boðar frá, at ikki verður farið til útróðrar aftur í kvøld, men sigur, at sunnukvøldið verður aftur lagt til brots.
Frá tí at manningin var purra út til setingar klokkan fýra í morgun og til nú sá eg teir bert eta breyð til teir fingu ræst kjøt nú meðan vit sigldu inn. Um útróðurin gekk sum mitt í viku, so høvdu Peter Joleiv, skipari og Peter Juul og Dion lagt seg eftir landingina um 20 - 21 tíðina. Skiparin skuldi so tørna til aftur helst um tvey tíðina og hinir báðir um fimm tíðina og so koyrdi tað aftur.
Eg eri stoltur av mær sjálvum, tí eg hevði ein fínan túr og kláraði at standa á beinunum í eitt heilt samdøgur uttan at sova, tó helt Peter Joleiv, beint áðrenn vit skiltust, at eg var blivin eitt sindur “dementur”. Ikki so undarligt helt eg sjálvur.