Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kalla tað, tað tað er !

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  01.05.2021 - 19:08 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Turka fíggjarligu avleiðingarnar av politiskum vilja upp á undan undanfarnu samgongu.
Vóni at flestu tykkara hava avlisið retorikkin hjá nýggja meirilutanum í Klaksvíkar býráði. Øll vit, sum hava samtykt fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu vóru vitandi um, at lántøka fór at verða neyðug, um so stórar verkætlanar sum á Fossum og undir Hamri skuldu gerast lidnar. Og at tillaðingar máttu gerast, einamest av Corona. Tí tóku vit eisini undir við uppskotinum um lántøku.

Men tað hongur so nógva annað upp í lántøkuni, umframt at tað eru framdar fleiri eykajáttanir hesar fyrstu fýra mánaðirnar. Eykajáttanir av tøkum peningi drena gjaldførið, “just as you know...”.

Hví tað er so umráðandi at fáa eykajáttanir og lántøkuna framda so skjótt eftir at nýggja býráðssamgongan tók við?
Mítt boð er; so kann hetta fyrsta hálva árið turkast upp í fráfarðandi samgongu. Ein blanding av eykajáttanum og lántøku, sum ger tað torført hjá vanliga borgarinum at skilja. Eftir summarsteðgin kunna “tey” vaska talvuna reina. Tað gamla er farið og alt er vorðið nýtt. Tørvurin at rudda “gomlu” samgonguna av vegnum og fáa keypt og raðfest nøkur ting eru fullgjørd.

Hetta er als ikki ólóligt. Men vælsignaðu tit; kalla tað, tað tað er!

Signhild V. Johannesen, býráðslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Tíðartekn­ini - Páll Poulsen í Betesda su…
Lýsing