Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann óvanligan stórsigur á heimavølli móti B36

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  09.05.2021 - 18:26 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í fyrra hálvleiki kundi dysturin fara báðar vegir, men uppá eina stutta løtu fyrst í seinna hálvleiki vísti KÍ stórar dygdir  nøkrum álopum og so var dysturin avgjørdur.

Í fyrra hálvleiki var talan um javnan dyst, har B36 var fult á hædd við KÍ og til tíðir omaná leikliga og á kropsliga økinum. B36 fekk stóran málmøguleika at skora til 1-0, men Mathias Rosenørn, sum veruliga hevur spælt seg heitan í KÍ-málinum, hevði eina stórbjarging frá Andrass Johansen. KÍ hevði eisini ein stóran málmøguleika og nøkur langskot, men tað var ikki av leið, at fyrri hálvleikur endaði 0-0.

 


Árni Frederiksberg var avgerandi

KÍ sá út til at hava funnið eina uppskrift móti B36 í hálvleikinum, tí nakað út í seinna hálvleiki avgjørdi KÍ dystin uppá 10 minuttir. Árni Frederiksberg hevur í nógvum dystum verið flúgvandi hjá KÍ, og tað var hann aftur hesaferð, tí hann átti ein stóran lut øllum málunum hjá KÍ. Eisini innskifti Jonn Johannessen var eyðsýndur, skoraði fyrsta málið og var við í nógvum góðum álopum. Um miðjan seinna hálvleik fekk Heini Vatnsdal sítt seinna gula kort, men KÍ hevði ongar trupulleikar við at koyra leiðsluna heim og í síðsta minutti økti KÍ til 4-0.

 


Heitir leikarar framum flott spæl

Tað er ikki tað góða fótbóltsspælið sum hevur eyðkent KÍ í topp 5 dystunum í ár, og tað var tað heldur ikki í dag við undantaki av einari løtu í seinna hálvleiki, tá KÍ revsaði B36. KÍ tykist ikki hava miðvallarleikarar, sum kunnu stýra spælinum hesar dystirnar, og tí verður uppspælið sum oftast uttan at brúka teir tríggjar á sentrala miðvøllinum. Men KÍ dugur uppá aðrar mátar at spæla seg til stórar málmøguleikar m.a. við deyðbóltum og so at vinna nógvar bóltar langt frammi á vøllinum fyri síðani at duga at spæla málmøguleikarnar stórar. Og so eru fleiri leikarar sera heitir í løtuni. Páll A. Klettskarð skorar nærum hvønn dyst, meðan Árni Frederiksberg skorar, leggur upp ella hevur avgerandi lut í málum nærum hvønn dyst. Eisini er høgri bakkurin, Jóannes K. Danielsen, sera eyðsýndur nógvar dystir og hevur verið við í fleiri málum síðstu dystirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…