Lýsing
Lýsing
Lýsing

200.000 krónur til Team Rynkeby Føroyar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.05.2021 - 07:00 Ítrottur Mentan Tíðindaskriv

Ein hjartans tøkk fyri allan stuðulin til Team Rynkeby Føroyar, nú stóri, árligi galladøgurðin hevur verið.

Leygarkvøldið 8.mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri. Rudolf Joensen, sum hevur verið vertur øll árini, bjóðaði væl komin, nú áttandi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum varð hildin; hesa ferð á Hilton Garden Inn.

Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var einki minni enn fantastiskt. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum í gongini, áðrenn borðhaldið byrjaði. Eftir at gestirnir høvdu sett seg til borðs og fingið forrætt, spældi Marius Ziska nakrar av sínum vøkru og inniligu sangum. Eftir Marius komu teir í Vágaverki á pallin. Niclas og Lena sungu eisini nakrar sangir, ímeðan gestirnir fingu fyrsta floks mat. Síðani kom Sjúrður Skaale, fyrrverandi rynka, á pallin, og hann fekk sum vant alla fjøldina at flenna. Jens Marni Hansen endaði kvøldið, og við sínum rokkutu tónum setti hann futt í og fekk øll at syngja við.

Á veitsluni varð kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin var 200.000 krónur.

Vit á Team Rynkeby Føroyar – liðinum takka Hilton Garden Inn fyri at lata høli, kokkar, samskipan og hjálparfólk. Eisini takka vit Okkara, Føroya Bjór, PM – Heilsølu, Leif Mohr, Damfar og Landshandlinum fyri mat og drykkjuvørur. Takk til Steingrund Akustik fyri tøkniliga framleiðslu og útgerð. Síðst, men ikki minst, túsund takk til tykkum øll, sum keyptu atgongumerki til døgurðan. Uttan tykkum var eingin galladøgurði.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum