Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

 Royndin Fríða ella Royndin Fría?

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  20.05.2021 - 10:57 Lesarabrøv Mentan

Tað er ikki semja um, hvussu skip Nólsoyar Páls skal stavast á nútíðarføroyskum.

Síðan vit tóku við hammershaimbsku stavsetingini hava vit vanliga skrivað Royndin Fríða. Vit kennast við orðið fríður, sum verður lýst sum vakur, og vit kenna tiltakið: frítt er Eystfelli frá at fara. 

 


Hin møguleikin er at skriva navnið Royndin Fría. Orðið fríur merkir: ikki avmarkaður ella heftur, leysur av einum, frælsur ella ókúgaður. Eitt frítt land er eitt frælst land; tann sum er fríur og frælsur er fult frælsur.

 


Hvat segði Nólsoyar Páll sjálvur?

 


Hann gav skipinum navnið Roindin Fruja, tá hon fór av bakkastokki suðuri í Vági 1804.

 


Hvør kann hava givið Nólsoyar Pálli íblástur til at skriva Fruja?

 


Tá búði í Havn fremsti føroyski málfrøðingurin, nevniliga Jens Kristian Svabo. Hann hevði skrivað ta fyrstu føroysku orðabókina nøkur ár fyrr. Heilsan var vánalig, og vinmaður hansara Nikolai Mohr hjálpti honum og skrivaði eitt heilt eintak av við hond. Nikolai hevði eini sjeyhundrað uppískoyti til upprunahandritið hjá Svabo. Eingin orðabók kom út meðan teir báðir vinmenninir livdu, men í 1966 kom henda fyrsta føroyska-danska-latínska orðabókin út í eini bæriligari útgávu, sum okkara mæti Kristian Matras greiddi úr hondum.

 


Hvat stendur her um orðið frujur?

 


Fyrsta frágreiðingin er danskt smuk og latínsk pulcher. Her hevur Nikolai lagt afturat at tað á íslendskum er fríðr. Men næsti týdningurin er danskt frie og latín liber. Vit hava onga frásøgn um at Nólsoyar Páll spurdi seg fyri hjá Svabo um navnið hjá skipinum, men vit vita, at bæði Svabo og Mohr løgdu stóran dent á at skriva orðini nágreiniliga sum tey vóru brúkt í livandi talumáli fyri ár 1800. Stavsetingin av frujur er eisini nágreiniliga tann sum teir hava í síni orðabók.

 


Spurningurin er, um Nólsoyar Páll hevur ætlað sær at skriva, at tað skip hanns smíðaði skuldi eita tað vakra skipið ella tað fría skipið? Ein lykil er her tann latínska týðingin, sum Svabo og Mohr hava av orðinum, nevnliga liber.

 


Hetta orð vann framá um hetta mundið. Hetta er gróðrartíðin hjá liberalismuni. Adam Smith hevði í 1776 skrivað sína bók um upprunan til eyð tjóðanna og hevði við henni ruddað støðið fyri liberalistisku hugsjónini. Liberalisman førdi við sær, at bæði Finnmørkin og Ísland í 1787 fingu frían handil, og kongur ásetti í 1790 at Føroyar skuldu fáa frían handil 1796. Hammershaimb fúti skeyt upp í 1793 at allir festarar skuldu fáa garðar sínar til arvafesti sum hvalbingar í 1850 fingu Lítlu Dímun. Men kongsins embætismenn tóku kong av ræði og settu fót fyri liberalistisku tiltøkunum. Hetta vildi Nólsoyar Páll gera nakað við, og tí smíðaði hann eitt skip sum skuldi virka fyri frælsinum.

 


At skriva Royndin Fríða er tí eitt dømi um reinging av okkara søgu.

 

Vit kunnu geva Nólsoyar Pálli tað rætta plássið í søgu okkara við at skriva navnið á skipi hansara so sum hann eftir øllum at døma vildi hava tað at vera skrivað, nevniliga Royndin Fría. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund