Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útvarpið, stríðið millum Ísrael og Hamas-stýrda Gaza

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  20.05.2021 - 23:00 Lesarabrøv Politikkur

Sagt verður, at tað allarfyrsta, ið ”letur lív” í vápnastríði millum lond og ríki, er sannleikin.

Stríðið millum Ísrael og Hamas er neyvan undantikið hesi útsøgn.

   Vit munnu øll harmast um hvørt einasta mannalív, ið verður týnt í hesum syndarliga stríði í Miðeystri, bæði millum fólkið í Gaza og í Ísrael.

   Tá ið útvarpið í tíðindasendingum í morgun 20. mai umrøddi hetta stríðið, var nevnt, at 63 børn høvdu latið lív í Gaza. Men einki varð nevnt um hvussu mong børn í Ísrael høvdu latið lív av teimum túsundtals rakettunum, sum Hamas-stýrið hevur skotið inn í ísraelskar býir.

   Hví verður bert barnatalið í Gaza nevnt – og ikki í Ísrael?

 

   Svarið er helst, at tíðindini koma frá útlendskum tíðindastovum, ið hava Hamas-stýrið sum keldu. Tí verða børnini í Ísrael ikki nevnd. Hetta eigur okkara fremsti tíðindaberi, útvarpið, at hugsa um áðrenn tíðindi úr útheiminum verða skrivað og send føroysku lurtarunum.

 

   Tað er heldur einki dulsmál, at hundraðtals Hamas-rakettir ongantíð røkka inn í Ísrael, men detta niður yvir teirra egna fólk og Ísrael fær skyldina fyri at gazaborgarar doyggja, sum ein fylgja av hesum.

Vit eiga ikki at gloyma, at tað var Hamas-stýrið, sum byrjaði stríðið við at senda rakettir inn í Ísrael, umframt at teir í mong ár, við millumbilum – hava sent rakettir inn í býir í suður-Ísrael.

 

   Vit munnu vóna og biðja um, at hetta stríðið endar skjótt og at bæði íbúgvar í Gaza og Ísrael – børn og vaksin - kunnu liva í friði hvør við annan í framtíðini.

Men við Hamas-stýrinum í Gaza við ræði, tykist hetta ein hvørvisjón.

 

Svenning av Lofti

Lýsing
Seinastu tíðindini
STÁSTÍÐ Í Klaksvík 8. Novembur - eitt kv…
Lagnudagu­rin í Tinganesi
Varpið: LIVANDI TÓNLEIKUR VIÐ KIM HANSEN…
Aphaca á OY Voxbotn 2026
Team Klaksvík nýggjan leikara
Nýggju lands­stýris­fólkini
Soleiðis er nýggja býtið av aðal­ráð­unum
Eirikur fær Fiski­vinnumál
Tilmælið nr 1 frá Nýskipa­nar­nevndini
Bíligari og burðadyggari valmøguleiki
Klakkur inni við 125 tonsum
Djóni, Bjarni og Jóhan missa sínar lands…
Góð lívfrøði – veikur marknaður 
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…