Minningarorð - Torkil Steinberg
f. 11. juni 1970 - d. 29. mai 2020
Tað er mær ógvuliga tungt og svárt at skriva hesar reglur um teg, Torkil, mín kæra svág og vinmann.
Tað er ikki til at skilja, at bert eitt sindur meiri enn eitt hálvt samdøgur eftir, at vit høvdu sitið í góðari føðingardagsveitslu hjá verfaðiri okkara á hotellinum, so var tú ikki millum okkara, men deyður í syrgiligari arbeiðsvanlukku í bestu árum.
Eg fari ongantíð at skilja tað.
Vit skuldu hittast um bert nakrar fáar tímar at taka saman um veitsluna kvøldið fyri, sangirnar og talurnar – ikki minst tína avbera góða, hugnaliga, lívliga talu fyri verfaðir. Tit vóru sum eitt.
Men soleiðis skuldi ikki verða.
Tá ið eg kom inn í familjuna her á Viðareiði fyri meiri enn 23 árum síðan, høvdu tú og Guðrun verið gift í nøkur ár og áttu eina dóttur. Tit høvdu bygt tykkum hús og fingið eitt heim í gerðinum, har sum verforeldur okkara eisini høvdu bygt nógv ár frammanundan. Seinni komu so hini trý børnini.
Tú var lættur at koma at kenna. Vit blivu vinmenn beinanvegin. Sera blíður og fyrikomandi vart tú og hjálpsamur, tá ið brúk var fyri hjálp. Ikki meira enn hálvtalað orð, so vart tú klárur. Teir tímar tú hevur hjálpt mær heimi á Heygum eru nógvir – um tað var okkurt handaligt, t.d. at laga grót, at mála ella at tapetsera – ella okkurt við lastbili ella gravkúgv. Tú dugdi alt væl og hevði sera gott hegni. Alt fall tær so lætt. Harafturat var tolið sera gott. Friðarligur maður vart tú eisini. Tað hoyrdist ikki, tá ið tú lat eina hurð aftur.
Vit hava ferðast við familjum okkara bæði her í Føroyum og í Danmark. Nógv eru tey góðu minnini frá hesum túrum – m.a. á Selatrað, í Tindhólmi og í Norðurjyllandi.
Við vóru ofta á fjalli at reka seyð og eisini nógvar túrar við og eftir veðrum í feitilendum oman fyri Villingardal. Hvørgin okkara er uppvaksin á Viðareiði, men tú vart av allar raskastu og dugnaligastu monnum í brattlendi. Eg hevði ikki roynt slíkt áður – var eitt sindur ræddur teir fyrstu túrarnar – men tú legði mær lag á, hendinga lagaligur sum tú altíð vart.
Samvera í føroysku náttúruni er góð fyri likam og sál. Hóast myndir frá túrunum vísa tað skiftandi føroyska veðurlagið – vit gjørdu túrar í øllum veðri, bæði í dýrdarveðri og í regni, og onkuntíð kavaði – so minnist eg allar túrarnar líka góðar.
Hesar túrar kundu vit tosa um alt – um øll lívsins viðurskifti. Hetta var tað besta við túrunum. Havi gloymt vekt og stødd á veðrum, vit vóru við og fóru eftir. Men løturnar tá ið vit settu okkum niður at hvíla eina løtu, fáa okkum ein kaffimunn og ein breyðbita og kanska rulla sær eina svarta, tær eru gullverdar og hava ritað seg fastar í minnið. Og tað er líkamikið, um vit sótu á einum fløtum steini í dýrdarveðri ella kropnir undir einum hamara í regni ella kavaælingi. Lívið var gott at liva.
Allir heimsins trupulleikar vórðu loystir í slíkum práti. Vit tosaðu um alt: politikk og átrúna, fótbólt og fisk og alt møguligt annað. Men mest tosaðu vit um familju og børn okkara og um góðar og ringar løtur í lívinum, alt tað góða, vit í lívinum høvdu fingið, og tað, vit høvdu mist.
Tað, sum tú gekk allarmest uppí, vóru konan og børnini. Tað var ongantíð nakar sum helst ivi um tað. Tú hevði viðhvørt eitt ella fleiri av børnunum við tær á fjall ella í feitilendi. Tá livdi tú mitt í verðini – hetta var tað, tú tímdi allarbest. So kundi túrurin taka nakrar tímar afturat, og hvør legði nakað í tað? – tú dugdi at liva og at njóta náttúruna.
Tú visti um hvønn fugl og hvørja blómu, og tú dugdi avbera væl at siga mær frá. Hevði eg bara minst til alt, tú lærdi meg hesar túrarnar. Allir sangir tú dugdi uttanat, eg havi ikki talið. Tú kundi syngja ørindi eftir ørindi úr sangum, sálmum og kvæðum tú hevði hoyrt bert eina ferð. Tað gjørdi altíð samveruna hugaligari og betri.
Tá ið vit minnast ein av okkara kæru, sum er farin, eru tað hvørki ítróttaravrik ella roknskapur ella hvussu nógvan pening, hesin eigur á bók, sum hugsað verður fyrst um. Tað, sum tá stendur allarfremst, er hvussu góður maður og pápi, hann var, og hvussu nógv hann hevði at siga fyri síni kæru. Har skorar tú, Torkil, maksimum stig. 100%.
Elsti sonur tín, Sjúrður, lýsti pápa sín so væl og beinrakið til jarðarferðina, hvussu høgt tú gekk upp í tey, hvussu nógv tú gjørdi fyri tey og saman við teimum. Tað var neyvan bara eg, sum fekk okkurt at hugsa um, ta løtuna, Sjúrður talaði í Saron. Har var ikki eitt eyga turt.
Tað fyrsta árið er nú liðið, síðan tú fór av foldum. Allar fýra árstíðirnar hava verið líkasum allar høgtíðir og allir føðingardagar. Alt uttan teg!
Tað er so nógv, sum tú ikki hevur fingið við. Sjúrður hevur staðið skiparapróvtøkuna (fekk 1. virðisløn), Eydna hevur myndprýtt enn eina bók (hon kom út í august í fjør), Tórður er nú 18 og hevur fingið koyrikort, og Margret er vorðin ein sera góður hondbóltsleikari og hevur skotið nógv mál.
Síggi teg fyri mær, hvussu fegin og stoltur tú hevði verið um øll hesi avrik.
Nú ert tú ikki millum okkum meir, Torkil. Vit hava øll mist ein kæran. Eg sakni teg hvønn dag. Øll familjan saknar teg.
Øll bygdin hevur syrgt teg so sáran. Mong 100 fólk úr øllum landinum fylgdu tær til gravar. Tað var fult bæði í Saron, í Missiónshúsinum og í Fimleikarhøllini.
Men størstur er saknurin hjá Guðrun og børnunum. Teirra saknur kann neyvan sigast við orðum.
Saknið tungan harmin vekur,
At so dátt vit mistu teg.
Harrin gevur, Harrin tekur,
Er vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsins gátu grunda kann:
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Faðir, móðir lívsleið blíða
Barni sínum ynsktu sær,
Fjalt er tó, tá stundir líða
Lagnan tann, hvørt mannkyn fær,
orðini vit minnast tí;
komið børn mín føvning í,
har er trygd úr øllum váða,
Harrin best kann forløg ráða.
Kæri Torkil, vit tær siga
várt farvæl á síðstu ferð,
uggast vit tó inniliga,
at tú nú ein Guðs eingil er,
sum til Guds er komin heim
millum einglafjølda gleim,
har vit aftur skulu finnast,
ævinliga har at ynnast.
(Jóannes Paturson)
Torkil, tú vart mær ein góður vinmaður og svágur í 23 ár. Tað er so óskiljandi, at tú ikki ert her meir.
Tóma plássið eftir teg fyllir nógv.
Við vón um at vit aftur hittast ein dag í tí staði, har eingin sorg er.
Hvíl í friði.
Hanus