Lýsing
Lýsing

Vánalig viðurskifti við bátadráttin í Klakksvík

SKRIVAÐ: John Jákupsson Petersen  |  28.05.2021 - 18:45 Lesarabrøv Myndarøð Vinna

Í Klakksvík eru nógv fólk ið eiga bát. Nógv hava eisini bát á vogni og eru tí fulkomuliga bundin av at vit hava ein vælfungerandi bátadrátt í Klakksvík

Eg havi skrivað bræv til kommununa viðvíkjandi viðurskiftunum við bátadráttin í Klakksvík, eg fekk einki svar og einki bleiv gjørt. Eisini havi eg tosað við formannin í Havna- og vinnunevndini um viðurskiftini við bátadráttin í Klakksvík – Eftir tað eru viðurskiftini blivin verri. Eg haldi tí, at tíðin er búgvin til at skriva eitt lesarabræv.

Men misskil meg ikki, sjálvur drátturin er ein tann besti í FO. Tað einasta ein kann finnast at sjálvum dráttinum er at hann er nakað stuttur, og um summari tá nógvur tari er, er skjótt att bakka útav. Serliga í fjøru. Tað er ómøguligt at síggja hvar drátturin endar fyri øllum tara. Og tað eru nógv sum hava bakka útav bátadráttinum í Klakksvík. Tí kundi man gjørt eina gátt, so man merkti at man er komin til endan á dráttinum. Ella í minsta lagið eitt frámerkið á kaiina. Men hesin drátturin er nýggjur. Áðrenn hann var eingin dráttur í Klakksvík. Bert ein lítil sum var við kappróðrarneystið. So lítið hevur ein bátadráttur verið ræðfestur av kommununi.

Tað sum er at finnast at er serliga at tað er torført at brúka dráttin, tí órudd og bilar standa fyri. Og har legst aftrat fyri hvørt ár sum gongur. Í ár eru tveir 1000 L dunkar og trolútgerð komin har. Fyrr í vikuni tá eg flotaði bátin stóð eisini ein bilur parkeraður frammanfyri óruddi. Og tíðskil var tað enn torførari at brúka dráttin. Og ein sum ikki dugur væl at bakka og venda samstundis, hevði ikki klára at flota nakran bát tann dagin.

 

Hetta fer bara at blíva verri. Og meira órudd legst avtrat um kommunan ikki byrjar at ræðfesta dráttin.

 

Hesin oljutangin stendur eisini fyri tá drátturin skal brúkast, og eitt borð frammanfyri tangan eisini

 

Trupuleikin við parkering havi eg longu nevnt. Tað er tann stórsti trupulleikin. Har má markerast á vegin “Eingin parkering” frammanfyri dráttin. So kann man melda bilarnir sum parkera har.

Øll sum flota ein bát spula vognin so hann ikki rustar. Sama er galdandi tá man tekur bátin upp, tá má man eisini starta motorarnir í feskvatni. Men eingin spulislanga er við dráttin í Klakksvík. Ikki tí, tríggir kránar eru har, við vatni. Sí mynd niðanfyri:

 

 

Sjálvt úti í Heysti er spulislanga, men ikki í fiskivinnuhøvuðsstaðinum. Eg havi informera kommununa um hetta í áravís - at eingin spulislanga er. Men sum eg skilji tað so hevur Jógvan Skorheim brúkt allar pengarnir.

 

 

Loysnin er simpul. Fjerna alt órudd og oljutangan, og markera á vegin at har er ólógligt at parkera (har reyða strikan er). Ein gátt eigur at verða gjørd har drátturin endar, so fólk ikki bakka útav. Spulislanguna eisini. Eg vil hervið heita á Klakksvíkar Kommunu at um at fáa hesu viðurskifti uppá pláss. Ein bátadráttur er sum ein vegur. Hann skal ikki blokerast, men haldast fríður fyri bilum og óruddi. Í dag eru nógv fólk í Klakksvík ið hava bát á vogni. Og drátturin verður brúktur dagliga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…