Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sílaveiðutúrur um at halla

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.06.2021 - 13:03 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Seinast vit endaðu frágreiðing um sílaveiðatúr okkara í Suðuroynni, var eg á veg til Ryskivatn til Ásmund og Hans Hjalta. - Frá har vit settu bilin, vóru bert fáir minuttir til vatnið.

Vit vóru sera tráðroyndir her, tí vit mundu brúka einar 5-6 tímar. Vatnið er stórt og vit royndu kring alt vatnið.

Hóast vit bert fingu tvey síl her, so sigur tað ikki at onki er til í vatninum, tí øll, ið hava roynt at fiska vita, at tað er ikki altíð at fiskurin tekur. Hóast fáningurin var lítil, so fingu vit eina ógloymandi uppliving. - Eitt fínt vatn og gott at fiska í.

Hagani fóru vit til Famjin, royndu á sjónum, men fingu onki burturúr, tó sóu vit síl og ikki minst ríkt fuglalív og harímillum eina ennigula ont. Endaðu kvøldið í Trongisvági eftir at hava etið eina máltíð á Bakkanum í Vági. Ikki góvust vit fyrr enn klokkan var farin av miðnátt.

Leygardagin snimma høvdu vit avtalu um skjúts út í Sumbiarhólm. Vit skuldu møta har klokkan 10 á morgni, góður hálvur tími var at koyra, men vit vóru har um 9.45 tíðina. Men veðrið var okkum ikki til vildar. Lágættarvindur og run á Pollinum. Heimildarmaður okkara helt at vit skuldu royna aftur næsta sjóvarfall, um trý tíðina. - Í bíðitíðini fóru vit at hyggja okkum um. Gingu og hugdu í Sumba, síðani fóri vit til Akrabyrgis. Fóru um Heystin og hugdi eftir Beinisvøri. Síðani á Víkabyrgi har vit fiskaðu eina løtu, men sóu onki síl, hittu fólk har. Síðani gekk leiðin til Eggjarnar, ella Við Eggjar, sum tað eitur fram við gomlu Loranstøðina, ið stendur sum eitt misprýði til framúr vakra útsýnið har uppi.

Klokkan var nú blivin so mikið, veðrið var ikki broytt, so vit avgjørdu at avlýsa túrin út á Hóman. Spell, tí vit høvdu við spenningi sæð fram til tann túrin.

Avgerðin var tikin um at fara til Vatnsnes, Mjavavatn og Bessavatn omanfyri Hov, sum onkur nevnir Hovsvøtn. Har bleiv roynt rúma tíð. Ásmundur fekk tvey síl, eitt í hvørjum vatninum, vit báðir Hans Hjalti fingu onki.

Við Hovsvøtn ringir telefonin, nú er tað Viberg Sørensen ið bjóðar okkum til turra grind og spik í Naddodda neystinum (meira um tað seinni). Eftir rúma tíð har, var gjørt av at fara aftur til Famjins og gera eina roynd á Kirkjuvatni. Vit gingu av vegnum til Famjin og yvir til vatnið, tað mundi taka um hálvan tíma at ganga. Tað var sera hugnligt og fram eftir sløttum. Eg fekk eitt lítið síl sum eg misti. Men Ásmundur, hann fekk eitt “giga” síl, tað var heilar 50 centimetrar langt og var sera væl fyri, tað vigaði heili fýra pund, sum er sera nógv fyri eitt síl á 50 centimetrar.

Har vóru vit til tað var farið at skýma. Á veg til hús  kastaðu vit í ósanum í Øðravík og Trongisvági, men tá var vorðið ov myrkt.

Vit vóru aftur við hús klokkan 01.30.

Nú er sunnumorgun, hava etið morgunmat og rigga av, Ætla ein túr norður til Sandvíkar ímeðan vit bíða eftir Smyrli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…