Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bárður Niclassen

Starvsvenjing á Veðurstovuni

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  13.12.2025 - 12:00 Tíðindi Veðrið

Kai Helgi Ljósstein hevur júst verið í starvslæru á Veðurstovuni, har hann hevur hjálpt starvsfólkunum við nógvum ymiskum

Ymiskt er, hvat tey ungu hava áhuga fyri, tá ið tey leita sær eftir starvslæruplássum sum parti av 9. flokki. Veðurstovan hevur í fleiri umførum ikki verið før fyri at taka næmingar inn, men í ár kom hol á aftur.

Kai Helgi Ljósstein, sum til dagligt gongur á Skúlanum á Argjahamri, er nú júst liðugur við sína starvslærutíð á Veðurstovuni í Tórshavn.

Hesa tíðina hevur hann roynt at verið í ymiskum pørtum av dagliga arbeiðinum, so sum:

- Lært at brúkt forrit, ið veðurfrøðingar arbeiða við

- Gjørt sína egnu 24-tíma forsøgn, sum var brúkt bæði á heimasíðuni og í Kringvarpinum.

- Lært at fylla á ballónbingjuna, sum sendir upp veðurballónir

- Verið við úti og savnað inn vitan hjá veðurkønum á Streymnesi, um staðarveðrið har í bygdini, umframt at hava  eftirkannað staðveðrið í ymiskum bygdum á Sandoynni

- Loyst ymiskar átrokandi praktiskar uppgávur, sum hava ligið á láni

- Verið við á fundum við bæði við MRCC og nýggja landstýrismannin 

- Síðst og ikki minst, so hevur hann verið við at talgilt eldri veðurdáta, sum higartil bert hava verið tøk í ríkisarkivinum, men sum frameftir fara at verða løgd á heimasíðuna  


Vit á Veðurstovuni takka honum fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Veðurstovan vónar hereftir at kunna taka næmingar inn í starvsvenjing á hvørjum ári.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Týdningarmikil dystur sunnudagin
Nýtt áhugafelag í Klaksvík
Espen Haug fingið nýtt venjarastarv
Skoyta frá kl 10 - 20 í dag
Neptun hevur lagt kósina og sett ferðina
Tættpakkað venjingarskema í Albir
KSS: Fleiri næmingar í starvs­venjing
Bakkafrost á lista hjá Corporate Knights…
Myndarøð: Testovan Marin Malena lat upp…
Veðrið um vikuskiftið
Ferjulegan á Syðradali má leingjast fyri…
Articon: Sonja E. Simonsen nýggjur húsas…
TTS: Næmingar í starvs­venjing
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Torradagar aftur á skrá
Høg flóð í 2013
Jenis spyr um tilknýti Føroya til WHO
Silva Cup í Klaksvík
Hondbóltur, KÍ, Silva Cup og Sushi
Guðrið Hansdóttir við nýggjum staklagið