Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Andrias við forvitnisligum staklag

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.06.2021 - 11:14 Mentan Tíðindi

Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Kim Larsen av álvara fekk fólk at lurta eftir.

Jógvan Andrias hevur enn einaferð verið í upptøkuhølum og letur nú eitt staklag úr hondum. Hesaferð hevur hann føroyskað ein sang úr donskum.

Hoyr lagið her. 

Sóljuprinsessa er føroyska útgávan av Syrenprinsesse, sum Jan Toftlund skrivaðaði  og Mathilde Bonde gjørdi lag til. Tey gjørdu sangin saman eina blíða summarnátt á Midtfyn Festivalinum 1981.

Sangurin var fyrstu fer útgivin á LP’ini Maskebal 1982 hjá Lasse & Mathilde í 1982.

4 ár seinni, í 1986, kom Kim Larsen út við sínari tulking av sanginum á Forklædt som voksen. Henda útgáva var nógv spæld í Føroyum tá.

Jan Toftlund hevur sagt, at aftaná hesa vælumtóktu útgávu, vuksu inntøkur hansara so mikið, at hann kundu gjalda sína skattaeftirstøðuna, sum hann árini frammanundan var komin í.

Tað var í samband við aðra verkætlan at Jógvan Andrias, fór at lurta aftur eftir Syrenprinsesse, at hann fall fyri tekstinum og fekk hug at umseta hann. Føroysku útgávuna, Sóljuprinsessa, umsetti Jógvan Andrias 07.02.21.

Jógvan Andrias kenna vit sum vísusangara og tónleikafyriskipara. Hann hevur givið fleiri útgávur út, men nú hevur hann so latið kendan sang í føroyskan búna.

Sangurin kann hoyrast her:

Sóljuprinsessan - YouTube sí mail

Útgávur hjá Jógvani Andrias:

Ljós í myrkri á Amnestifløguni 1991.
Í 1999 gav hann út sína fyrstu fløgu út Soleiðis saman                              – utg. TUTL
Hann var við á Bláu Bylgju fløguni 2009 við lagnum Leikum Fagurt
7.des. í 2017 gav hann út staklagi Sólarhvarv                                           – útg. TUTL
Og 9.juni læt Jógvan Andrias úr hondum Sóljuprinsessa    
sum hann umsetti 07.februar í ár.                                                           – útg. TUTL

 

 

 

 

 

Hesi leika við á Sóljuprinsessuni:

 

Upprunasangur: Syrenprinsesse
Orð: Jan Toftlund (1949-1990)
Lag: Mette Mathilde Bondo

Føroyska: Jógvan Andrias Joensen

Upptøka í Hjallinum hjá LISU í Hoydølum 19.-31. mai 2021.
Framleitt og ljóðblandað hevur Teitur Lassen. Vinjar Egilsnes Petersen sat við knøttarnar undir upptøku av violinunum.

 Útgávan er frumbandað hjá Pola Roy í Berlin.

Jógvan Andrias                     – sang, floyta
Teitur Lassen                        – gitar, el-gitar, klaver, violin
                                           – útseting fyri valdhorn og violin
Benjamin Petersen               – gitar
Per Ingvald Højgaard            – trummir, slagverk
Troleik Mortensen                – kontrabas
Páll Sólstein                          – valdhorn     

Húsin-Mynd :                       - Petur Martin Solmunde

Útgáva: Tutl mai 2021

Stuðlað útgávuni hevur Klaksvíkar kommuna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
”Gamal nýggjur” filmur um Føroyar