Lýsing
Lýsing
Lýsing
Partarnir í lønartrætuni skrivaðu undir nýggjan sáttmála í gjárkvøldi | Mynd: Símun Absalonsen

Stríðið er av – men hvør vann?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.06.2021 - 11:41 Leiðarin Politikkur

Tað er torført at fáa eyga á nakran vinnara, nú semja millum Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum varð undirskrivað á miðjari nátt náttina til sunnudag. Í grovum trekkum sær avtalan út til at snúgva seg um hægri løn og bara tað. Nærum alt semingsuppskotið handlar annars um broyttar innplaseringar á stig. Vit hava hugt nærri at semjuni.

Fyri “vanligar” pedagogar hendir tað, at teir fáa eina lønarhækking uppá 2,05% frá 1. januar í ár, og síðani 1,25% afturat fyri tey lægst løntu á stigi 1-10 og 1,05% fyri teir hægri løntu á stigunum 11-35, bæði frá 1. januar 2022.

Umleið 5 av teimum 6 síðunum, sum semjan fevnir um, snýr seg um hvørji stig ávísir bólkar hjá Pedagogfelagnum skulu ganga, t.v.s. flokkingar og umflokkingar. Og hesi stigini hava útilokandi við løn at gera. So er ein stigaskipan sett inn fyri leiðarar og varaleiðarar, eins og ein at síggja til hampiliga góð skipan fyri leiðarar undir Almannaverkinum og á Rásini.

Tað, sum leypir allarmest í eyguni, er tað, sum ikki stendur í semingsuppskotinum, ið fer at blíva til sáttmála. Her er at síggja til onki, ið viðvíkir slagorðinum “Menniskjaligt haldføri”, uttan kanska tað, sum er galdandi fyri hjálparfólk. Hjálparfólkini fara at sita nakað tryggari í størvunum, og tað kann helst gera tey meira støðug í starvinum. Felagið nevnir í viðmerking, at tað eisini kann gera, at fleiri ung verða áhugað í hjálparfólkastøvunum.

Politiskt merkir semjan, at landsstýrissamgongan nú fær gjørt eitt sindur av “damage control”. Tað er heilt sikkurt, at Helgi Abrahamsen til 2. viðgerð mánadagin fer at taka sítt uppskot um at lóggeva námsfrøðingar aftur til arbeiðis, aftur. Men skaðin er longu hendur, og Helgi verður neyvan í krithúsinum hjá fakfelagsumhvørvinum í rúma tíð framyvir. Jørgen Niclasen stendur hinvegin eftir sum tann handlikraftigi, ið fekk verkfallið avblást við samráðingarborðið.

Hvørki Pedagogfelagið ella mótparturin vunnu stríðið. Pedagogfelagið fekk eina lønarhækking, sum at síggja til er heilt hampilig, men fekk annars stórt sæð onki av sínum ígjøgnum. Ongin reformur varð innførdur, tó at tað til endans í uppskotinum stendur, at partarnir skulu hittast aftur og avtala av nýggjum áðrenn 1. mars 2022. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið spældi púrasta fríspæl, hóast tað stóð fyri umleið ⅔ av starvsfólkunum í verkfalli, meðan tað var Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum, ið var tann sjónligi mótparturin hjá námsfrøðingunum.

Skal nakað positivt sigast um verkfallið og semjuna, so er tað, at verkfallið vardi rættiliga stutt. Í mun til ársskiftið 2017-2018, har tað vardi í 33 dagar, vardi tað hesa ferð bara 6 dagar. Í báðum førum hevði Pedagogfelagið eisini eina hóttan hangandi yvir sær um politiska uppíblanding, sum tó varð av ongum. Hinvegin slapp Pedagogfelagið undan, at verkfallið vardi inn í summarsteðgin, og nú kunnu allir limir felagsins anda lættan og fáa løn í summarfrítíðini.

So skal takast saman um, so vann ongin av stríðandi pørtunum. Vinnarin var hinvegin tey veiku í samfelagnum, ið nú fáa ta røkt og ansing, sum tey hava rætt til. Og tað kunnu allir teir tríggir stríðandi partarnir nú fegnast um, saman við restini av samfelagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!