Lýsing
Lýsing
Lýsing

HKcare í nýggjum hølum í Saltangará

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2021 - 09:14 Tíðindi Vinna

Nú 10 ár eru á baki, síðani fyritøkan Hkcare varð stovnað, flytir virksemið í nýggj hølir, sum liggja á Heiðavegi 5 í Saltangará.

Tað eru hjúnini Halgerð og Kristian Poulsen, ið eiga og reka fyritøkuna HKcare, sum bjóðar bæði fysioterapi og kosmetologi.

Í sambandi við flytingina verður bjóðað til móttøku leygardagin 26. juni frá klokkan 13-15, har øll eru væl komin inn á gólvið.

Hesi fyrstu 10 árini hevur HKcare hildið til í leigaðum hølum í Saltangará, og hóast trivnaðurin hevur verið góður har, er fyritøkan nú flutt í egin høli, sum fyri eigararnar hevur ein heilt serliga týdning.


Talan er nevniliga um gamla bygningin hjá abba Kristiani, Piddi hjá Olivari, sum hjúnini nú hava ognað sær. Fyrsti handilin í økinum var handilin hjá tipoldurabba Kristian, sum var fyrsti matvøruhandilin á staðnum, eftir at Einahandilin varð avtikin

Í sekstiárunum tók abbi Kristian yvir nýbygda handilsbygningin, ið pápi hansara hevði bygt, og aftan á hann tók dóttir hansara, sum er mamma Kristian, yvir handilsvirksemið. Tað er hendan bygningin, sum Halgerð og Kristian nú hava keypt.

Hølini eru sostatt ein partur av familjusøguni, og hetta fegnast tey bæði um, nú tey bjóða til móttøku leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum